6. jun, 2017

Einar opnar dyr

Eg eri dyrnar. Gongur nakar inn um meg, skal hann verða bjargaður, og hann skal ganga inn og ganga út og finna føði. (Jóhs. 10, 9)

Eitt av teimum greiðastu vitnisburðunum um, at Gud er til, er at menniskju sóknast eftir einum andaligum støði at standa á í lívinum. Vit eru skapt við eini sál, sum ikki gevur seg til tols við nakað, fyrr enn hon hvílur hjá sínum skapara og faðir

Tað er komi til úttrykk gjøgnum allar tíðir og millum øll fólkasløg. Tað eru mongdir av religiónum, og menniskju gera sær eitt ótal av durum til eina “hægri makt”, til ein gud, fyri at fylla lívi við andaligum virðum.

Jesus kallast “dyrnar”. Ikki ein og hvørjar dyr, men sjálvar dyrnar. Tað finnist bert ein Gud, og bert ein vegur til Gud. Jesus sigur: “Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær.” (Jóhs. 14, 6)

Dyrnar til Guds ríkið er komi nær. Gud kom sjálvur niður og setti dyrnar upp hjá okkum, har vit búgva, fyri at vit kunnu koma inn í Guds ríkið. Nú kallar hann okkum inn. Hann brúkar myndina við hirðanum. Hirðin opnar dyrnar fyri seyðafylginum, so tað kann koma inn um tað tryggu girðingina. Á hendan hátt er Jesus komin fyri at opna einar dyr fyri okkum inn til Gud. Inn í tryggleikan, hita og nærveru. Í dag kanst tú ganga inn gjøgnum dyrnar. Tær eru opnar fyri teg.

Hvussu kundi Jesus verða dyrnar inn til Gud? Við tað, at hann kundi taka burtur syndina, sum forðaði dyrnar fyri okkum. Vit hava ongan møguleika sjálv, at opna dyrnar. Men Jesus opnaði tær læstu dyrnar, og bleiv dyrnar fyri okkum.

Tað er vónloysi, tá man stendur við einar læstar dyr, og ongan lykil hevur. Og ikki hevur nakran, ið kann opna dyrnar, og samtíðis leingist eftir at koma innum. Á hendan hátt standa mong menniskju yvirfyri Gudi. Tey síggja ikki, at tað er ein møguleiki, einar dyr, ið standa opnar uppá víðan vegg. Einar dyr, sum er opnar fyri øll. Einar dyr inn til Gud, faðir okkara. Einar dyr inn til hansara æviga ríkið. Einar dyr heim!

Jesus er dyrnar. Og Gud hevur sett dyrnar i hjá okkum, har, sum vit búgva. “Eg havi latið dyr standa opnar fyri tær”. (Op. 3, 8)