13. jun, 2017

Mitt í heiminum

Elskið ikki heimin. (1. Jóhs. br. 2, 15)

Áminningin er bæði stutt og beinrakin. Og er givin av eini serligari grund. Tit eru, sigur Jóhannes eitt sindur áðrenn, at syndir tykkara eru fyrigivnar. Tit liva í einum tøttum sambandi við Gud. Tí, og av teirri grund eru viðurskiftini soleiðis hátta, at lata felagsskapin við Gud koma til sjóndar. Lat tað fáa avleiðingar. Við tað, at tit ikki elska heimin.

Heimurin er veruligur runt um okkum. Lívið, so sum tað nú einaferð er, er merkt av menniskjum, ið liva í uppreisn móti Gudi. Heimurin er eisini tín fitti og fyrikomandi granni, sum livur eitt heilt vanligt lív uttan Gud. Í stuttum sagt: Tú er umringaður av heiminum, hvussu tú enn vendir tær.

Eitt eiga vit, at leggja til merkis, og tað er, at Jóhann ikki sigur. At heimurin hevur ikki bruna. So flyt teg burtur frá heiminum. Tess longur tess betur. Ein kristin er ikki kallaður til at fara í klostur. Ella ber at tosa við kristin. Ber at hoyra kristnan tónleik. Ber at lurta eftir í kristna útvarpinum. Mótsett. Vit eru sett inn í heimin. Skulu verð salt og ljós mitt í tí gjálvuta heimi.

Vit skulu altso liva í heiminum. Uttan at elska heimin. Orði at elska, hevur ikki fyrst og fremst tann týdning í Bíbliuni, sum hevur við kenslur at gera. Gud elskaði heimin – men ikki so, at hann sat og græt um tað neyð hon var í. Nei, hann fór til verka. Hann greip inni í støðuna. Sendi sín einasta son.

Vit eri sett inn í heimin, men okkum nýtist ikki at elska hann, so at vit gera okkum eitt við hann í gerðum hansara. Tá vit hóast alt eru sett inn í heimin, so kunnu vit vísa honum kærleika, við tað, at okkara felagsskapur við Gud, skal livast í heiminum.