16. jun, 2017

Hatur heimsins

Undrist ikki, brøður mínir, um at heimurin hatar tykkum. (1. Jóhs. Br. 3, 13)

Heimurin elskar heimin. Heimurin flennir eftir heimsins skemtisøgum. Og heimurin fjalir yvir heimsins tómleika. Tí heimurin er sær sjálvum næstur.

Men eitt hatar heimurin, og tað er alt tað, ið hevur við Gud at gera. Heimurin hatar ein og hvønn, sum markerar seg sum Guds barn. Og heimurin hatar ein og hvønn kristnan, sum ber Gud við sær í dagligdegnum.

Grundin er sera einkul, tí framferðin hjá einum kristnum avdúkar heimsins skeivu framferð. Og tað hatar heimurin. Heimurin háar teg, tá tú ikki vil fuskað við sjálvuppgávuni. Ikki vil verða við í teirra tóma tosi og ólevnaði. Tí í tíni framferð ert tú ein dómur móti heiminum.

Tað kann ikki verða øðrvísi. Tí heimur kann ikki semjast um frið við Guds Ríkið. Tí har ræður hatri fyri borgum.

Men kanska royndi tú at samráðast um frið við heimin? Tú letur teg benda og kúga av heiminum. Blívur meistari í teimum flógvu neyðsemjum, ið gjørdar verða, so tú sleppir undan heimsins hatri. So tú blívur ein kristin uttan sermerki. Í hvørt fall, so leingi tú ert í hesum heimi.

Gud kallaði teg ikki til at øsa heimin óneyðugt. Men hann kallar teg til eitt lív, ið er merkt av honum í øllum viðurskiftum. Eitt lív, sum livst í trúgv á Kristus. Eitt lív, har tað Kristna merki vil møta mótstøðu og hatur frá heiminum, ið stendur Gudi ímóti.