24. jun, 2017

Heimið

Men eg og hús mítt, vit skulu tæna HARRANUM! (Jósva 24, 15)

Heimið er grundstøði í einum fólki. Um so er, at heimi svíkir, so verður alt upployst og hevur kós móti undirgangi.

Í dag, so eru rað mong heim og mangar familjur, sum farna hvør til sítt.

Alt ov mangir hjúnaskilnaðir hava veri, og mong børn eru uttan foreldur og heimleys. Tað eru mong oyðuløgdu heim, og tey vaksa alsamt í tali ár eftir ár, og tað eru eingi tekin um, at hendan syrgiligi gongd fær nakra venda í bræði.

Alt byrjaði so sera gott. Men skjótt kom tað heimliga sjálvsøkni inn, og so kom gongd í oyðileggingina av heiminum. Ótakksemi í smáum og stórum førdi mangan við sær, at menniskju blivu óhøvisk og tvør, og sum aftur førir við sær øði og tøgn. Kærleikin bleiv kaldur, og friðurin í heiminum hvarv.

Har tað ikki er pláss fyri Anda Guds, og har Jesus Kristus ikki er tann ovasti í heiminum, har tekur syndin og vantrúgvin yvirhond. Djevulin blívur so tann, sum tekur ræði í heiminum, og alt kennist tómt og kalt. Hóast bleyt teppir, dýrt innbúgv, og vakrar málningar, so finst eingin hugni ella varmi, heldur tað mótsetta. Kennir tú nakað aftur av hesum, og, ella hevur tú somu kenslu frá heimi tínum?

Í dag er tað brúk fyri heimum, har Gud hevur fyrsta pláss. Heim, har orð frá Bíbliuni verða lisin, har tað verður biðji og sungið, og har man saman tosar um Gud. Heim, har tað finst kærleiki og tryggleiki. Heim, har tað er gott, at vera. Tí hava vit brúk fyri kristnum heimum!

Gud gevi, at mong eru, og sum vilja siga eins og Josva segði: “Men eg og hús mítt, vit skulu tæna HARRANUM!”