5. jul, 2017

Dýrgripir

          Huldar dýrgripir lati eg tær lutast og fjaldar ognir, so at tú sannar, at tann, ið nevnir teg við navni, eri eg, Harrin, Ísraels Guð. (Jes. 45, 3)

          Tað er eingin av okkum, ið veit, hvussu nógvar dýrmætar ognir og ríkidømi, sum Gud hevur goymt til okkum. Vit eiga tí bert at taka ímóti tí í takksemi.

          Men dýrgripirnir eru fjaldir í myrkrinum. Gud má tí leiða okkum inn í sína myrku skatta goymslu, og har leggur hann tað í tínar hendur, sum tú hevur brúk fyri. Um so er, at tú ikki kastar tað frá tær, men heldur fast um tað, til tú kemur út aftur í ljósi, so vilt tú síggja, at tað var ein dýrgripur, ið tú fekst har inni.

           Og so vilt tú takka honum fyri myrkri.

          Og ríkidømi er goymt í loyndum. Og hvørja ferð tú fert inn í títt loynikamar, og tú ert aleinaður saman við honum, so gevur hann tær  nakað av sínum ríkidømi.

          Vilt tú hava meira av Harrans ríkidømi, so ver dúgligur í tínum loynikamari.