11. jul, 2017

Kraftin frá Gudi

Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting! Táið liðugt er at royna hann, skal hann fáa krúnu lívsins... (Ják. 1, 12)

Tað er ein líðing í sær sjálvum, tá ein verður royndur.

Tað, at vera royndur er at merkja sátan tætt at sær, tað er eins og at kenna ein andadrátt frá helviti.

Men eg kann vera sælur mitt undir roynslunum . Tí freistingin er ikki í sær sjálvum synd, sjálvt um sátan er nær, av tí grund er Gud ikki langt burtur, og hann girðir seg í roynslu stundini. Og eg skal sigra, so vist, um eg vil lata kraftina frá Gudi koma framat.

Kæra roynda sál. Tú blívur hart roynd av sátan, men miss ikki móti, ikki geva upp,  tí Gud er tær nær, sjálvt um tú ikki merkir tað á tær. Tað er pínan í roynslunum, sum ger, at Gud kennist so langt burtur, og tó, so er hann við tína síðu. Sælur er tú, um tú heldur út. Tað er ein roynd, sum tú mást ígjøgnum, men tá tú hevur staði royndina, so skal tú fáa tína løn, og lønin er einki minni enn lívsins krúna.