23. jul, 2017

Ábyrgd

Og hetta boðið hava vit frá honum, at tann, sum elskar Guð, eigur eisini at elska bróður sín. (1. Johs. Br. 4, 21)

At vera ein kristin krevur ábyrgd. At siga: “Eg elski Gud, - eg elski Jesus”, tað krevur ábyrgd. Tá vit komu til trúgv, tá gav Gud okkum so nógv nýtt. Hann gav okkum eisini eitt nýtt lyndi, og tað, at meta um tingini á ein nýggjan hátt. Millum annað hevur hann opna okkara eygu yvirfyri tí skara av brøðrum og systrum, sum vit nú skuldu verða nógv saman við. Gud vísti okkum á, at tann nýggi felagsskapur vit vóru komin inn í, bert hevur møguleika at virka tað góða, um vit elska hvønn annan við tí kærleika, sum vit fáa frá honum.

Guds kærleiki og fyrigeving gerð okkum eyðmjúk, eisini tá vit møta okkara brøðrum og systrum. Øll okkara skuld er fyrigivin – og við tí í mentu skuldi tað ikki verði so ringt at fyrigeva øðrum. Jóhannes Ápostul sigur tað við hesum rámandi orðum: “Um nakar sigur: “Eg elski Gud” og hatar bróðir sín, so er hann ein lygnari. Tí tann, sum ikki elskar bróðir sín, sum hann kann síggja, hann kann ikki elska Gud, sum hann ikki hevur sæð.

At vera ein kristin er ein daglig uppliving av tí undri fyrigeving er. Hugsa tær til, at vit við øllum lívið okkara kunnu vera undir Guds náði og miskunnsemi, gleðast um syndanna fyrigeving, og njóta alt tað góða, av tí semju vit eru í, sum er givin okkum, og tað, at vit eru í Kristusi. Gleðin og takksemi yvir hetta eigur at elva til, at tað ikki er pláss fyri hatri og tað, at ikki at vilja sættast finst millum kristin. Og um so er, at tað skuldi hent, so mugu vit skjótast gjørligt biðja Gud um at brenna tað vek við sínum kærleika. Hendir tað ikki, so vil tað leiða til andaligan deyða. “Tann, sum ikki elskar, verður verandi í deyðanum.”, lesa vit í 1. Jóhs. Br. 3, 14. So álvarsamur er Gud í hesum!  “Kærleikin er av Guði; og ein og hvør, sum elskar, er føddur av Guði og kennir Guð.” (1. Jóhs. Br. 4, 7)

Um so er, at tað er trot av kærleika, so hava vit loyvi til, at biðja um at fáa hann frá Gudi.