9. sep, 2017

Himmalstigin

Tá hevði hann dreym. Hann sá stiga standa á jørðini; ovari endi á honum kom upp til Himmals... (1. Mós. 28, 12)

Jákup var á ferð. Hann skuldi út fyri at finna sær eina konu. Norðanfyri Jerúsalem legði hann seg um kvøldið at sova. Ein steinur var hansara koddi. Hann svav, og hann droymdi.

Í dreyminum sáð hann ein stiga, ið var reistur millum himmal og jørð. Tað var nógv ferðsla á stiganum. Tað var ikki ein einvegis farleið, tí Guds eingla gingu upp og niður á stiganum í samband við Gud og Jákup.

Tann størsti trupulleikin hjá menniskjunum er tey mørk og avstandur, sum syndin hevur hevur skapa í viðurskiftunum við Gud. Gud er í tí høga og heilaga – vit eru á jørðini – og millum okkum er syndin, sum hevur kvett vegin so dyggiliga. Men her síggja vit, at Gud við síni megi og náði kann sláa ígjøgnum. Vit kundu ikki náa hann, men hann kann náa okkum.

Jákup hevði mangan brúkt stigan, sum Gud hevði reist. Her gekk hann enn, og her kom Gud til hansara. Samtíðis er stigin eisini ein mynd uppá, tað nógv betri samband, sum Gud setti á stovn millum himmal og jørð, tá hann sendi son sín Jesus Kristus. Jesus er sjálvur stigin, sum gongur yvir tað ógongdu gjógv, og opnaði ein veg til Gud fyri okkum. Gud brúkar stigan fyri at náa okkum her í heiminum, og vit kunnu brúka hann í bønum okkara til Gud.

Tað er at meta sum eitt fyribils samband. Vit síggja fram móti tí degi, har vit skulu búgva saman við Gudi í hansara ríkið. Men til tann dagur kemur, so hava vit brúk fyri sambandi við Gud, á hendan hátt. Himmal stigin er Guds gáva til tín. Tú hevur brúk fyri honum í dag, og allar dagar, eins og Jákup. Tí ljóðar áheitanin til okkum í Guds orði soleiðis: “Eru tit tá uppreist við Kristusi, so søkið tað, sum omanfyri er, har Kristus situr við høgru hond Guds!” (Kol. 3, 1)