11. sep, 2017

Faðirsins kærleiki

         Elskið ikki heimin, ikki heldur teir lutir, sum eru í heiminum. Um einhvør elskar heimin, tá er faðirsins kærleiki ikki í honum. (1. Jóhs. Br.  2, 15 )

 

          Verðsligheit – tað er at vera upptikin av øllum í hesum heimi, sum útvatnar okkara kristindóm, ger okkum andaliga dovin og uttan kraft í trúarinnar stríði.

           Jesus veit, at vit eru í verðini. Og vit eru noydd til at vera her, so leingi vit liva. Tað veit hann eisini. Sjálvt um vit vóru í klostri, so er tað eisini ein partur av verðini. Og syndsins veikleikar flyta altíð við menniskjunum! Jesus biðir fyri okkum, at vit mugu blív varveitt. Tað er ein stórur tryggleiki, at vita. Í Høvisprestabønini í Jóhannes Evangelium, sigur hann við sín himmalska faðir: ”Ikki biði eg, at tú skalt taka teir burtur úr heiminum, men at tú skalt varðveita teir frá tí illa.”(Jóhs.17, 15)  Og tað vil Gud gerða!

          Tað umgongst ikki, at vit møta ymiskum freistingum, tí at her í verðini mugu vit liva síðu um síðu við vantrúgv og synd. Men tað góða er, at vit sum kristin kunnu vera umgird av tí ónda, blýva álopin av djevlinum, blýva freista – og hóast tað blýva varveitt hjá Gudi og í hansara kærleika. Tað er tað, sum Jesus biður um: ”Varðveita teir frá tí illa!” Eisini í Faðirvár er henda bønin við: ”Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá tí illa.”

          Lat okkum ikki gloyma, at Jesus skilir okkara stríð, tá djevulin loypir á og freistar okkum. Hann hevur jú sjálvur strítt tað sama stríði. Hann líðir við okkum – og stríðist við okkum. Hann vil standa við okkara lið og hjálpa okkum framm til sigurs.

          Men tað er avgerandi neyðugt, ja alt avgerandi, at vit alla tíðina halda okkum tatt inn til Jesus, sum yvirhøvur gjørligt. Tað eru treytinar fyri, at hann kann fríða okkum frá tí ónda. Tí hann vil, vilt tú?