30. sep, 2017

Reinsan

Hann skal sita og bræða og reinsa silvurið; Hann skal reinsa synir Levi og gera teir reinar sum gull og silvur. (Malak. 3, 3)

Tað er ein hørð tilgongd, at reinsa metal. Tað er tí, at sjálvt metalið er so hart, tí má tað inn í ein sera høgan hita fyri at fáa tað flótandi, so ilskan kann blíva tikin frá. Metali er er uttan tað stóra virði, uttan so, at hendan reinsan fer fram. Silvuri fær fyrst sítt rætta virði, tá ilskan er tikin burtur.

Á sama hátt reinsar Harrin síni børn. Eisini teirra hjarta er av hørðum metali, tí blívur viðgerðin so hørð. Tað má vist mangan blíva brúktit høgir temperaturir, tá eitt menniskja hjarta skal gerast blett, men so leingi hjarta er hart, so kann Harrin ikki fáa sín gerning gjørdan. Og tí sendir hann børn síni inn í roynslu eldin. Tann størsti hitin er tann størsta náði. Tað eru synir Levis, hann reinsar – teir, sum stóðu nærmast hansara ásjón, og sum skuldu tæna honum.

Men meistarin  sjálvur situr við bráðpannuna. Hann heldur eitt vaki  eyga við reinsanini. Hann letur ikki varman blíva eina grad ov høga, og letur heldur ikki eldin brenna ein tíma longur enn hann skal. Tá hann sær sína mynd í tí reinsaða silvurinum, so smílist hann glaður, tí tá er royndin at enda komin