1. okt, 2017

Vilt tú loyva Gudi at koma framat

...Tað er gott, at hjartað verður styrkt við náðini... (Heb. 13, 9)

Av og á kann tað henda, at vit gloyma at eta. Vit hava ein slíkan skund, og tíðin strekkir ikki til. Men so byrja vit at fáa høvuðpínu, fjúsi styttist, ja, beint út sagt, vit blíva órímilig. Brádliga ressast vit við, at tað eru fleiri tímar síðani vit hava eti, og vit fata, at vit treingja til at eta fyri at rætta upp uppá bæði fyri tað fysisku og psykisku  javnvág.

Tað er ikki bert okkara likam, sum dagliga treingir til føði, fyri at tað skal virka optimalt. Eisini okkara andaliga lív treingir til føði. Tað minnir høvundurin til hebrearabrævi okkum á, við ørindinum vit byrjaðu við.

Í sálma 34., sigur Dávid tað á ein heilt annan hátt: “Smakkið, og síggið, at HARRIN er góður! Sælur er tann maður, ið søkir sær skjól hjá Honum.” v/9.  

Tess meir vit fáa loyvi til, at smakka og síggja, hvat Gud í Jesusi hevur gjørt fyri okkum, og hvussu stóran kærleika hann vísir okkum, tess meira fyllast vit av huga og kraft til at fylgjast við honum.

Hugsa um tað stóru náði, at vit í dag og allar dagar mugu eiga syndanna fyrigeving. Vit sum aftur og aftur svíkja og gera feilir, og so hava loyvi til at fara til Jesus við tí øllum somlum og vita, at tá vit játta okkara syndir, so er hann trúfastur og rættvísur, so hann fyrigevur okkum allar okkara syndir og reinsar okkum frá øllum órættvísi. Undurfulla náði!

Og so er tað hóast alt soleiðis, at vit gloyma, at vit eiga at eta. Grunda á skund, óhugi ella grunda á onnur viðurskifti, so misrøkja vit tað tíð, ið vit eiga at vera saman við Jesusi. Fylgjurnar eru, mistreysti og trekleiki, sum so lætt treingir frímóð og gleði út úr hjørtum okkara.

Vónandi gongst okkum ikki á sama hátt, so sum tað gekst Ísraels fólki. Í Jes. 30., sigur Gud við tey: “Venda tit við og halda tykkum í friði, skulu tit verða frelst; í stilli og áliti skal styrki tykkara vera. - Men tit vildu ikki!” v/15. Vilja vit?

Guds náði er nýggj á hvørjum morgni. Henni mugu vit liva í. Vit eiga, at djúphugsna okkum í, hvønn týdning náðin hevur fyri okkum. Tess meira vit gera tað, tess meira koma vit til at ásanna, at her ber ikki á mál. Og hjarta okkara styrkist til gongdina á tí smala vegnum, ið førir til lívið.