13. okt, 2017

Ótti og kærleiki

Ótti er ikki í kærleikanum; nei, hin fullkomni kærleiki rekur óttan út. (1. Jóhs. Br. 4, 18)

Mong menniskju hokna undir óvissu og angist og leingjast eftir tryggleika. Tørvurin fyri tryggleika, er av størsta týdningi fyri eitt menniskja.

Tann ágangandi óttin kemur, tá eitt menniskja hyggur inn í seg sjálvan og ásannar, at tað ikki megnar at gera upp við Gud, tí tað er ikki ført fyri, at standa mát við hansara væntanir. Tá stingur hesin spurningur seg upp: “Á hvønn hátt verði eg fríður fyri ótta. Og á hvønn hátt blívi eg hjálptur til tann tryggleika og frið, sum Bíblian talar um?”

Fyri tað fyrsta skulu vit ikki koma við uttanum tosi ella royna at koyra óttan frá okkum. Á tann hátt koma vit bert at halda honum aftur. So vil hann koma aftur fyrr ella seinri. Vit eru ikki før fyri at beina fyri óttanum og óvissuni við egnari megi. Tað blívur bara verri, tess meira vit kýta okkum og berjast ímóti honum. Tí tann størst orsøk til angist er vantandi trúgv á Gud!

Vantrúgv forðar einum menniskja í at fáa part í friðinum og tryggleikanum, sum bert Gud kann geva okkum. Vantrúgv førir okkum burtur frá Kristusi, - trúgvin harafturímóti førir okkum til Kristus. Trúgvin vinnur á  óttanum!

Í Kristusi finnur tann óttafulli eitt standpunkt, ein fastan grundvøll, sum ikki vinglar. Tann fullkomni kærleikin, sum er í ørindinum vit byrjaðu við og sum sigur frá – og sum drívur óttan út – er Jesus kærleiki til okkum. Tí Jesus hevur bøtt fyri allar syndirnar hjá okkum, goldið okkara botnleysu skuld, og borði fylgjurnar av okkara synd og skuld, hann hevur harvið forkomið tí djúpastu orsøk til angist. Og tí er hann førur fyri, at veita okkum tryggleika og frið.

Tað, sum vit í okkara hjørtum eru mest bangin fyri, hevur Gud sjálvur greitt úr hondum fyri okkum, við sínum egna soni. Tað, sum stendur eftir er, at vit nú taka ímóti kærleikanum frá Gudi. Tað gera vit við at taka ímóti Jesusi, so sum vit eru, og við at trúgva á hann, og ikki vit av nøkrum øðrum til frelsu uttan Hann aleina.