18. okt, 2017

Í posa og sekk

Uppaftur er ríki Himmiríkis líkt keypmanni, ið leitaði eftir vøkrum perlum. Táið hann nú fann dýrabara perlu, fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti hana. (Matt. 13, 45 – 46)

Eingin og einki hevur størri virði enn Jesus. Hann er perlan í líknilsinum um himmiríki. Vit eru keypmaðurin. Tí hendan perlan var ógvuliga dýrabar, so bleiv alt annað, sum keypmaðurin átti minni dýrabart fyri honum. Hansara bági var, at hann kundi ikki fáa bæði í posa og sekk. Hann mátt velja. Hann mátti selja alt, ið hann átti, so hann kundi fáa nokk til at keypa perluna.

Nøkur meina, at tað er ein skeiv fatan av líknilsinum, ið blívur borði frem á hendan hátt, tí Jesus kann ikki keypast. Hann kann bert fáast. Tað er sjálvandi og tíbetur rætt, men tað týdningarmesta her er nakað annað, júst tað, at vit ikki kunnu fáa alt. Um so er, at allir heimsins skattir fyltu mítt hjarta heilt, so havi eg hvørki pláss ella brúk fyri Jesusi.

Tað fáa vit eina so greiða mynd av tí ríka unglinginum, og sum Jesus gav boð um at selja alt, ið hann átti, og geva tað til tey fátæku: “So skalt tú hava skatt í Himli; kom so og fylg Mær!” (Luk. 18, 22) Maður fór frá Jesusi niðurboygdur. Hansara fyrsta valg var, at fáa bæði í posa og sekk, bæði heimsins skattir og teir himmalsku skattir. Tá tað ikki lat seg gera, so valdi hann heimsins skattir. Menn mitt í sínum ríkidømi, so fór hann fátækur avstað aftur frá Jesusi.

 Eingin kann keypa Jesus. Eingin er verdur til, at blíva eitt Guds barn, sjálvt ikki tey bestu okkara millum. Gud krevur fullkomuleika, og harvið er vegurin stongdur fyri okkum øllum. Jesus kom til okkara við náði. Uttan gjald, gerningar ella dygd kunnu vit taka ímóti frelsuni og tí æviga lívinum saman við honum.

Hóast tað er tað eitt men. Jesus nýtist pláss. Vit mugu velja. Mangan blívur tað til eitt hart stríð, tí freistingarnar lumpa okkum til at trúgva, at heimsins skattir eru so virðismiklir. Men tað eru teir ikki. Alt á hesi jørð vil ein dag forganga, ja eisini vit. Men Jesus er ein perla av ævigum virði, og í honum hava vit tað æviga lívið. Í dag er valgið títt. Ger eins og keypmaðurin! So blívur tú meira enn ríkur.