23. okt, 2017

Fylg mær

Síðani fór Hann út. Hann fekk tá at síggja tollara, ið æt Levi, sita við tollbúðina, og Hann segði við hann: "Fylg Mær!" Tá fór hann frá øllum og reistist og fylgdi Honum. (Luk. 5, 27 – 28)

Jesus ynskti, at teir skuldu fara á føtur og fylgja honum. Hann møtti teimum einsæris. Ein dag var tað Levi. Meistarin frá Nazaret hugdi við kærleika uppá hann og segði stillisliga: “Fylg, mær!” Bert tvey orð, men ávirkanin var stór hjá Levi! Og straks “fór hann frá øllum og reistist og fylgdi Honum.”

Orð søgd við myndugleika og áliti av Jesusar munni. Uttan at spyrja hví og hvussu, og uttan samráðingar, so halgaði  Levi lív sítt til eftirfylgjara og í tænastu hjá heimsins Frelsara. So fór Jesus heim til húsar saman við honum. Familjan skuldi verða tey fyrstu, sum fingu at vita um tey stóru gleðiligu tíðindi.

Men tað komu eisini mangir arbeiðsfelagar hjá Levi, fyri at síggja, hvat, ið var hent, og hvat Levi hevði uppliva. Tað stendur skriva so í Bíbil okkara um tað: “Táið Hann so sat til borðs heima hjá honum, komu nógvir tollarar og syndarar og sótu til borðs við Jesusi og lærisveinum Hansara. (Matt. 9, 10) Teir ótu saman og høvdu veitslu. Tann stóra gleðin skuldi vísast, og skuldi merkjast, at nakað gleðilig var fari fram.

Seinri mátti Levi skiftivís ferðast millum gleði og sorg, ósigrar og sigrar, men altíð í fylgi við Jesusi. Men Jesus sveik ongantíð. Hann var við Levi alla tíðina eins og hann hevði lova. “Eg eri við tykkum allar dagar!” (Matt. 28, 20)

Eisini í dag møtir Jesus menniskjum við sínum kalli. Eins og tá kallar hann okkum einsæris. Avgerðin um, at fylgja Jesusi, má takast einsæris. Tað kann ikki gerast felags. At siga nei til kalli er at vera ólýðin móti honum, ið kallar.

Eydnuríkur er tann, sum váðar at leggja lív og framtíð sína í Jesusar hendur.