26. okt, 2017

Varað um hjarta

Fram um alt, ið verður varðveitt, varða títt hjarta, tí at har er tað, at lívið sprettur upp. (Orð. 4, 23)

Tá Guds orð talar um okkara hjarta, so kann grundin til tað verða nógvar. Í hesum sambandi merkir tað kensla, vilji, skyna á, tað djúpasta í menniskjanum.

Í Matt. 15, 19 lesa vit: ”Tí at úr hjartanum koma út illar hugsanir, manndráp, hordómur, siðloysi, stuldur, rangir vitnisburðir, spottan.”

Vit eru vist ikki í iva um, hvat innihaldi í einum slíkum hjarta kann føra til, júst tað, fráfall frá náðini í Kristi Jesusi. Tí er tað góð grund til, at vit ansa eftir okkara hjarta fram um alt.

Bíblian talar eisini um nakað annan og sum er meira brúk fyri í hjarta okkara. Tað lesa vit í Rom. 10, 10: “Tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu. “ Vit, sum kenna Bíbliuna, eru nokk greið yvir, at tað er á hendan hátt, vit eiga at brúka hjarta. Hóast tað, so er tað eitt javnt stríð hjá okkum, tí djevulin roynir at oyðileggja øll okkara hjartans viðurskiftir við Jesus. Tí er tað av størsta týdningi, at ansa eftir okkara hjarta.

Varað títt hjarta, tað hevur tann týdning, at vit ikki fylla okkum við øllum møguligum, men ansa eftir, hvat vit loyva at koma inn. Her eru vit mangan alt ov góðvarin. Vit rokna við, at vit nokk skulu klára tað. Lat ikki eitt vánaligt hugskot fáa loyvi til at festa búgv í huga tínum. Tí so búnast tað, ja, og hvat so?

Vit mugu ikki gloyma, at kemur tað bert nokk av køldum dropum, so kólnar okkara hjarta skjótt. Lat okkum heldur ikki gloyma, at tess meira vit fylla okkum við Guds heita og lívgevandi orði, tess meira brennir okkara hjarta fyri Jesus.

Lat okkum tí eggja hvønn annan til, at ansa eftir okkara hjarta,  tí, so letur Gud sítt orð um Jesus koma inn. Hann er tann einasti, har lívi sprettir út frá.