27. okt, 2017

Æviga lívið

...tað eri ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær... (Gal. 2, 20)

Í okkara tíð blíva menniskju hjálpt í allar mátar, tá tað kemur til tað tímiliga. Men hjálpin er smálig, tá tað umræður at geva lívinum mál og meining. Tí eru mong í tí støðu, at tey liva í skilaloysi og vónloysi. Og menniskju spyrja: “ Hvat livi eg í grundini fyri?”

Sjálv lívsins gáta blívur nokk ikki løtt at loysa her í heiminum. Eingin kann greina, hví Gud vil geva okkum lívsins undurfullu gávu. Men vit eru ikki her bert fyri at eta, nørast og at doyggja til endans. Og um sjálvt lívið, egin – hugur og vinningur blívur lívsins endamál og meining, so missa vit tað æviga lívið.

Tað er ein nógv djúpari meining við lívinum. Bíblian sigur, at Gud hevur mynda okkum til sína æru. Og tað er meiningin, at vit skulu æra Gud við lívið okkara. Í Efesusbrævinum kap. 2, 10, lesa vit: “Tí at vit eru verk hansara, skapaðir í Kristi Jesusi til góðar gerningar, sum Guð frammanundan hevur skipað fyri, at vit skuldu leggja okkum eina við teimum.”    

Gud hevur greitt okkum frá meiningini við lívið okkara, og í Kristusi hevur hann gjørt tað møguligt fyri okkum at náa hesi ætlan. Tað ringasta eitt menniskja kann gera, er at ríva seg leysan frá Gudi, og taka lívi í egnar hendur, og liva fyri seg sjálvan. Tá missir lívið sítt endamál, og man kemur at ganga í myrkri. Minst til, at vit hava bert tað eina lívið, og tað svinnur skjótt. Tímarnir eru ov virðismiklir til, at kasta burtur til onga nyttu!

Kristus er lívsins hægsta mál og meining. Tá hann tekur búgv og livir í okkum, tá blívur lív okkara fullkomiliga broytt til eitt nýtt og undurfult lív. Tá eru vit eisini tilreiðar til, at lata okkara sjálvsøkni, sjálvgóðsku og njótandi lív fara. Tí tá hava vit funnið tað æviga lívið!