2. nov, 2017

Harrans lærisveinur

»Símun Jóhannesarson, elskar tú meg?« (Jóhs. , 21, 16)

Harrin spurdi ikki: “Trýrt tú á meg? Vilt tú verða lýðin móti mær? Ert tú tilreiðar, at fylgja mær, ja, sjálvt í deyðan?” men: “Elskar tú meg?” Tí í kærleikanum er alt hetta við. Um so er, at tað er veruligur kærleiki til Kristus í hjartanum, so er tað ein váttan um, at Andans gerningur er grundfestir í hjartanum, og er tann fyrsta treyt til, at gera eitt menniskja til Harrans lærisvein tilstaðar.

Lat okkum minnast til, at kenslur eru ikki tað sanna prógv fyri kærleika, men lýdni. Jesus sigur ikki: “Tann, sum elskar meg, hevur eina ørgrynnu av kenslum”, men: “Um so er, at nakar elskar meg, so vil hann halda Orð míni”. Minst til, at tað stendur, at vit ikki skulu elska Gud bert við hjarta okkara, men eisini við okkara sál, við allari okkara megi og sinn. Lat Gud verða tann fyrsta í tíni hugsan, ætlan og avgerðum, og tæna honum í tínum virksemi. Lat teg upp fyri honum, so hann kemur til at stýra tær, og tú vilt sanna, at ein kelda av kærleiks kenslum vil floyma fram í hjarta tínum.