19. nov, 2017

Royndir

Tá vendu tey í neyðini við til HARRAN Gud Ísraels og søktu Hann, og Hann læt tey finna Seg. (2. Krøn. 15, 4)

Mong menniskju eru líkasæl yvirfyri spurningum um tilveruna. Mong vilja beina burtur spurningin um lív og deyð, og meining um okkara tilveru. Tað blívur mangan ov tungt, at hugsa um, og finna svar uppá spurningin um, hví eri eg til, hvat er mítt arbeiði ella kall í lívinum, og hvat hendir tá lívið er at enda komi. Mong av okkum líva eitt rættuliga hugnaligt lív, har vit skjótt kunnu finna nakað at gera ella til ítriv, ja, eitt ella annað, at fáa tíðina at ganga við, sum gerð, at tað blívur lættari at skumpa tað tilvitaða burtur.

Men fyri øll menniskju kemur tann tíðin, tá neyðin kemur, tað kann verða sjúka, mist arbeiði ella samband sum ikki er í lagi. Nøkur vilja halda á við avnokta tí vánaligu støðu, og nøkur loysa støðuna við at flýggja inn í misbrúk av mongum slag.

Men mong gera eins og Ísraels fólk. Tá neyðin kom, tá vendu tey sær til Harran, Ísraels Gud – tann sama Gud – og tey fáa at uppliva, at tá tey leita til Harran, so letur hann seg finna. Neyðin kann gerast tann løtan, tá møguleikarnir eru at finna. Neyðin kann verða tað, sum gerð, at vit til endans sóknast eftir Gudi, og tá vit gera tað, so er hann heilt sikkur at finna

Bøn

Harri, takk fyri, at tú hevur lova, at vit skulu finna teg, tá vit í álvara sóknast eftir tær. Takk fyri, at tú ert ein livandi Gud. Takk fyri, at tú, Ísraels Gud, er tann sami Gud enn í dag.