24. nov, 2017

Hin burturfarni sonurin

»Bróðir tín er komin, og faðir tín hevur dripið gøðingarkálvin, av tí at hann hevur fingið hann heilan aftur.« Tá varð hann illur og vildi ikki fara inn. Faðir hansara fór tá út og bað hann. (Luk. 15, 27 – 28)

Faðiri hevði trupulleikar við báðum synunum sínum. Tann yngri betur kendur undir heitinum “Hin burturfarni sonurin”, meðan  tann eldri hevði nokk heit sum faðirsins stoltleiki. Og so bleiv tað faktisk mótsett. Tað bleiv í viðurskiftunum við tann eldra, at faðirin møtti einum stórum ivamáli.

Í líknilsinum hjá Jesusi um faðirin og hansara tveir synir, so er faðirin ein mynd uppá Gud, og tann eldri sonurin er ein mynd uppá farisearar og teir skriftlærdu. Tá tann yngri kom heim í iðran og angraði sína dáragerð, so bleiv tað eitt bakkast hjá tí eldra. Hann kundi ikki fata, hví húsi skuldi setast á hin endan. Hann sá onga grund til gleði og gleim, tí hetta vittuggið  var komi heim, og sum hevði oytt allan partin av arvin burtur.

Kunnu vit fata atburð  hjá tí eldra bróðurinum? Kanska kunnu vit enntá komast við hann? Hugburðurin hjá farisearunum kann vist kennast aftur hjá okkum øllum.

Fariseararnir og teir skriftlærdu livdu eitt lív í rættlæti. Í tí ytra vóru teir góðar fyrimyndir, men teirra lív var uttan kærleika. Tann eldri sonurin hevði ikki faðirsins sinnalag, og hann vísti ikki gleði yvir, at tann burturfarni bróðurin var komin heim.

Tann eldri livdi jú heima hjá faðir sínum, men var eins glataður sum tann yngri. Tí í veruleikanum livdi hann langt frá faðir sínum – uttanfyri hansara kærleika. Á sama hátt kann tað vera millum okkum í dag, at tit eitist at liva, men eru deyð. (Op. 3, 1)  

Tann eldri sonurin møtti faðirsins kalli til fest og gleði, men segði nei. Jesus kallaði ikki bert tollarar og farisearar. Vit hava øll brúk fyri hansara frelsu, tí vit eru øll syndarar, um tað kann síggjast uttaná okkum,  ella vit fjala tað aftanfyri ein vakran livihátt.

Tað harmiliga og avdúkandi við tí eldra bróðurinum var, at hann ikki kundi gleða seg um, at bróðir hansara hevði vent um. Tann, sum ikki kann fyrigeva bróðir sínum ella gleða seg yvir Guds undurfullu fyrigeving, hann livir burtur frá Gudi, sjálvt um hann áhaldandi býr heima við hús hjá faðirinum.

Hvør er “tann burturfarni sonurin”? Tað er “tann heimabúgvandi sonurin”!