30. nov, 2017

Ver vakin

Men øksin liggur longu við røturnar á trøunum... (Matt. 3, 10)

Kunnu vit siga, at ein øks liggur við rótina á trøunum, uttan at vit vita av tí, og um eina løtu, so kemur arbeiðarin og fellir træið? Vit  sjálvi og fólk okkara eru at líkna við eitt træ, sum ikki longur uppfyllir tær treytir, sum krevst av tí træið, sum er sunt og frískt. Og dómurin um, at fella træi kann verða nær. Vit hava ein gamlan kristnan arv, sum vit ikki longur hava virðing fyri. Vit læra ikki longur okkara børn og ung um Jesus. Vit vita væl av, at tað fyllist og leiðist av andanum í hesum heimi, so at tey ikki síggja, hvussu nógv brúk tey hava fyri tí kristna arvinum, sum hevur borði fólk okkara til dagin í dag. Men tað átti at verði so, at fólk lótu seg fylla av Anda Guds.

Vit hava góða grund til at taka við tí, at øksin liggur við rótina á træið okkara. Vit geva syndini fríar teymar ímillum okkum, og eru við til at ávirka land okkara, sum í okkum sær eina ógudiliga fyrimynd. Kunnu vit bert gera eitt lítið sindur, so mugu vit gera tað, sum vit eru før fyri. Jesus kundi vælsigna matpakkan hjá tí líta dronginum, so hann kundi metta tey mongu menniskju. Tað lítla sindri vit, sum vit kunnu gera í trúgv á Guds almakt, kann í hansara hondum ver nokk til, at leiða okkara fólk á rætta veg. Men ikki bert liggur øksin við rótina á landi okkara. Eisini fyri hvønn av av okkum geldur um at bera frukt, fyri at okkara træ ikki skal blíva høgt av.

Tað kemur ein tími hjá tær og hjá mær

og hvørjum, á jørðini livir,

tá vit mugu koma tí æviga nær

og stíga um markið tá yvir.