4. dec, 2017

Undri í Jeriko

»Sakeus, skunda tær og kom niður, tí at í dag má eg koma at gista í tínum húsi.« (Luk. 19, 5)

Tað hendi nakað í Jeriko tann dagin. Tað vóru fagnaðar orð frá fjøldini tá tey fóru gjøgnum býin. Tað var fagnaður og gleði.

Har í býnum møta vit Sakeus. Hansara egni vitnisburður var, at hann í síni makt grunda á tað starv hann hevði sum yvirtollari, hevði gjørt seg ríkan grunda á onnur menniskju. Men mótsett av tí ríka unglinga, so gjørdi ríkidømi ikki hann eydnusaman. Hann var aleinaður og eitt útskot í samfelagnum.

Vit vita ikki hví, hann ynskti at síggja Jesus. Kanska ein vón um eitt nýtt betri lív. Eina nýggja byrjan her í lívinum. Hóast tað, so er tað ein ótti fyri at blíva avvístur, og fáa at vita, at hansara syndir eru óbótaligar. Men tá Sakeus er lítil á vøkstri og ikki vælkomin millum fólk annars, so kann hann ikki troka seg fram í fyrsta røð. Tí tekur hann avgerð um, at renna í forvegin og klúgva uppí eitt træ við nógvum bløðum.

Tað løgna er, hvussu kann man møta einum, tá man er fjaldur í trækrúnuni. Men Jesus kennir hjørtu okkara, og tí steðgar hann á fyri aðru ferð hendan dagin. Her er tað ein, sum hann skal møta. Tað góða huglag, sum hevði veri áður vendist í einum. Jesus, tú kanst ikki fara inn til hansara?

At vera gestur og at eta saman var meira enn bert ein máltíð. Tað var ein fráboðan um, at man ynskti samband við hvønn annan. Niðurstøðan hjá fólkinum var, at Sakeus var ein syndigur maður. Jesus er óivað einingur í tí, men hann greiðir heldur frá, hví hann er farin at leita eftir Sakeus. Tað er fyri at loysa og frelsa hann frá hansara synd. Trúgvin hjá Sakeus gevur seg til kennar í lívi hansara alt fyri eitt. Her er blivið fyrigivið, og nú vil hann rætta upp uppá øll tey misbrot, sum hann  hevur gjørt í síni fortíð.