9. dec, 2017

Tú er ríkur

Eg veit um trongd tína og fátækt tína, – tó at tú er ríkur... (Jóhs. Op. 2, 9)

Gud kennir tínar trongdir. Tað kærleiksfulla faðirhjartað  hevur ein neyvan kunnleika til tínar líðingar. Hann kann til eina og hvørja tíð hjálpt tær út úr tínum trongdum, og hann vildi kanska eisini gjørt tað, um tú bað hann um tað, men um hann ikki ger tað, so er tað tí, at hann sær, at tú treingir til líðingina. Og so skalt tú vita, at hann kennir tínar trongdir, tú ert ikki so aleinaður sum tú heldur. Hann sum elskar teg, hann hevur eisini samkenslu við tær.

Tú lærir í trongdini, hvussu fátækur tú ert í tær sjálvum. Og tað ger nokk eisini trongdina enn tyngri at bera. Men Guds hjarta gleðir seg, tá tú suffar yvir títt fátækdømi, og hann sigur: “- tó at tú er ríkur!” Títt ríkidømi er í Gudi, og tað hevur tú lært gjøgnum líðingar og eyðmýkt.

Tá Gud veit tað, hvat ger tað so, at tú mást gjøgnum trongdir. Hvat ger tað, at tí sigur, at tú er fátækur, tá hann sigur, - tú ert ríkur.