11. dec, 2017

Guds meining er tann avgerandi

Hvat so hjarta okkara kann døma okkum fyri; tí at Guð er størri enn hjarta okkara og kennir allar lutir. (1. Jóhs. Br. 1, 20)

Sum kristin kann man í tíðarbilum blíva fangað í, at vera støðugt ónøgd við seg sjálvan. Vit hoyra, at Gud er nøgdur við tað, sum Jesus gjørdi. Men hjarta er ikki nøkt, og eftir tað kemur ein støðug tilgongd av “smáum – fordømingum”, sum leggur seg yvir lívið eins og ein dýna.

Tað kunnu vera mangar grundir til, at man hevur tað á hendan hátt. F. eks. kann tað, ið onnur siga – ella geva tekin um – vera tikið ímóti sum illgrunasamt, av tí grund man ikki er eins og tey. Ella man kann vera perfektionistur av natúr, so man altíð kennir á sær, at tað er ikki gott nokk, tað man er ella ger. Ella um man hevur sára onkran, so at man heldur, at tað er óbøtandi. Tað er Gud kunnugur við, men onnur kunni ikki hoyra skríggi frá einum um fyrigeving.  

Í dag blíva vit mint á, í tí orði vit byrjaðu við, at Gud er størri enn okkara hjarta og kennir allar lutir. Alt kennir hann. Hann veit eisini um, hvussu tungt tað er at vera nøgdur við seg sjálvan og onnur. Men hann veit eisini, at nøgdsemi ikki byrjar við, at vit hava tamarhald á okkum sjálvum, og tí støðu vit eru í. Tí verður mælt til, at vit hjá Harranum fáa hjørtuni gjørd nøgd, hvat enn okkara hjarta enn dømir okkum til.

Okkara hjarta kann verða ein harður valdsharri at tæna. So læt teg ikki fara illa við av tí. Gerð nakað annað, ver tú nøgdur í Gudi. Lat tað verða galdandi júst fyri teg, at Gud hevur mynda teg, og at Jesus hevur keypt teg frían frá øllum ákærum – eisini teimum, sum tú kanst doyggja frá um ævir. Hann vil eisini gjarna verða tín dagligi Harri og bróðir, sum tú kanst tosa við um alt. Hann vil harumframt kennast við tað, sum tú sigur við hann, tí hann kennir tað alt.

Íðan, hvat so við øllum ákærunum frá tær sjálvum, frá øðrum, frá djevlinum – og frá Guds lóg? Lat okkum endurtaka tað fyri hvørjum øðrum. Vit kunnu inni fyri hansara ásjón fáa okkara hjørtu at vera kvirr, hvat enn okkara hjarta dømir okkum fyri. Tí tað er ein, sum hevur eitt størri orð at siga, enn okkara hjarta.