12. dec, 2017

Hjálpin á vegnum

»Hvat vilt tú, at eg skal gera fyri teg?« Men hann segði: »Harri, tað, at eg má fáa sjón mína aftur!« Og Jesus segði við hann: »Fái tú sjónina! Trúgv tín hevur frelst teg!« (Luk. 18, 41 – 42)

Jesus vendir sær ikki frá nøkrum, sum í teirri neyð venda sær til hansara. Hansara eygu leita til teirra, ið ikki hava tað so gott. Tað var ikki av tilvild, at Jesus júst kom framvið hendan dagin, har tann blindi biddarin sat. Hann visti frammanundan, at har sat eitt menniskja, sum var í neyð og trongdi til hjálp. Grunda á rópi frá tí blinda støðgaði Jesus á: »Jesus, sonur Dávids, miskunna mær!« síðan spyr hann tann blinda: »Hvat vilt tú, at eg skal gera fyri teg?«

Hugsa um hvussu góður hann er. Hann gongur á heimsins vegum fyri at møta menniskjum, sum eru í neyð og bjóðar teimum sína hjálp. Og tá so vit fátæku biddarar hav borði fram okkara bøn, so gongur hann teimum á møti.

Óivað er lívi eisini tungt hjá tær? Tú ert koyrdur fullkomiliga troyttur og orkar einki meira. Tí byrða er blivin ov tung at bera uppá, og tú hevur besta hugin til at geva upp. Tú, sum hevur tað tungt, Jesus er ikki broyttur! Hann er hin sami í dag, og hann hevur megi til at hjálpa tær – hvat í enn er!

Júst til tín sigur hann í dag: »Hvat vilt tú, at eg skal gera fyri teg?« Nú hevur tú møguleikan til, at frambera tína bøn! Nú kanst tú bera tína andaligu ella tímiligu  neyð  til hansara, sum bæði vil og kann hjálpa tær. Lat ongan ella einki forða ella seinka tær.

Tað vóru nøkur, sum royndu, at forðað tí blinda biddarunum, at koma í samband við Jesus. Men hann gavst ikki, hann rópt enn harðari, og bað Jesus um at miskunna sær. Tá stóð Jesus stillur, og uppá bøn frá tí blinda svaraði hann: »Fái tú sjónina! Trúgv tín hevur frelst teg!« Tá hendi undri – av einum orði frá Jesusi! Tann blindi fekk sína sjón aftur. Og hann prísaði Gudi.

Tann stóri læknin er her – í sínum orði. Lat hann eisini nerta við teg.