16. dec, 2017

Fær til Jesus

Móðir hansara sigur við tænararnar: »Hvat hann so sigur við tykkum, tað skulu tit gera.« (Jóhs. 2, 5)

Frásøgnin her sigur okkum frá tí fyrsta undri, sum Jesus gjørdi, men samtíðis sigur tað nakað vakurt um, hvat bøn er. Mari, móðir til Jesus, hevði veri varð við, at vertsfólkini høvdu trupulleikar, og tað segði hon við Jesus.

Svarið, sum Jesus kom við, er ikki tað, sum vit kundu hugsa okkum: “Kvinna, hvat vilt tú mær?”, sigur hann. Hóast tað, so fer Maria til tænarin, og sigur við hann: »Hvat hann so sigur við tykkum, tað skulu tit gera.« Hon kendi Jesus betri, enn hini gjørdu, og tann kunnleika, sum hon hevði um Jesus, hevði skapa eitt treytaleyst álit í henni. Hon var vís í, at hann bæði hevði makt og vilja, at leggja seg út í tað neyð, sum tey vóru komin í, og tann háttur, sum hann vildi loysa trupulleikan uppá vildi verða góður, óansað hvussu løgin hann tyktist at vera.

Jesus er hin sami í dag eins og hann var tá. Á ongum sinnið hevur hann svikið menniskjans álit. Tí er tað so gott, at koma til hansara við síni neyð.