17. dec, 2017

Jesus vil hava samband við teg

Tá fór hann úr Júdeu og fór avstað aftur til Galileu. Men hann mátti leggja ferð sína gjøgnum Sámáriu. (Jóhs. 3 – 4)

Umráði har Sámária lá á Jesu døgum, var millum Júdea í sunnan og Galilea í norð. Vanliga gingu jødarnir ein stóran umveg uttanum Sámáriu, tá teir vóru á ferð úr tí eina endanum á landinum til hin. Fólki í Sámáriu vóru frá gamlari tíð fíggindar hjá jødum, sum teir bert høvdu vanvirðing yvirfyri.

Men Jesus gekk gjøgnum umráði – ja, ikki bert tað, men hann snakkaði eisini við eitt menniskja frá Sámáriu, og ikki nokk við tað, tað var ein kvinna, sum var hata av øllum í býnum.

Hvussu óhoyrt tað enn var, so síggja vit tað, ið kvinnan sigur: »Hvussu kanst tú, sum ert Jødi, biðja meg, sum eri ein Sámáriukona, um drekka?« v/9 Hon fataði alt fyri eitt, at her stóð hon yvirfyri einum, sum var heilt annarleiðis frá øllum øðrum, sum hon hevði møtt.

Og tað er júst tað, ið Jesus er. Hann gongur ikki ein stóran umveg uttan um nakað, hvørki nakað fólk ella menniskja. Nei hann er komin til, at leita upp, og frelsa ein og hvønn glataðan og fjónaðan syndara