23. dec, 2017

Hirðans rødd

             Men tit trúgva ikki, tí at tit eru ikki av mínum seyðum. (Jóh. 10,26)

            Hesi orð eru á fyrsta sinni søgd av Jesusar munni til ein skara av menniskjum, sum vóru ivandi yvir fyri Jesusi. Jesus staðfesti, at tað var ein skilnaður millum hesi fólkini og hann. Hann kendi tey gott, hann hevði haft sálarrøkt saman við teimum í tíðini frammanundan, tá hann vísti teimum vegin til tað æviga lívið við trúnni á hann sjálvan.

          Hesin skarin av menniskjum var nokk ikki so ymiskur í útsjónd og dagliga yrki. Tey høvdu eisini øll hoyrt um Jesus, givið honum somu spurningar og lurta eftir hansara svari.

          Og tó var langur avstandur ímilllum tey og Jesus. Jesus hevði gjøgnumskoða tey: “Tit eru ikki av mínum seyðum”. Orsøkin er at finna í teirra manglandi sjálvsjáttan. Synd var fyri tey avmarkað til tað, tey ikki sjálvi megnaðu í lívinum. Hetta avgjørdi teirra hátt at lurta eftir tí, Jesus hevði at siga teimum. Tey trúðu ikki!

          Men Jesus talar eisini um ein annan skara av menniskjum. Hann kallar tey: “Mínir seyðir” og tey sum “Hoyra reyst mína”.

          Millum teirra ert tú, sum við tungum hjarta má sanna, at tú gert mistøk í mongum og ert veikur eins og ein seyður. Tú megnar ikki sjálvur at stríðast móti tí, sum leiðir teg avvegis. Tað er ein uppliving, ið eyðmíkir aftur og aftur. Um tað er nakað, eg havi brúk fyri, so er tað ein, sum vil vera hirði fyri meg og vil leiða meg gjøgnum lívið, hugsar tú.

          Júst hendan játtan opnar títt sinni og hjarta fyri Jesu orðum. Tú hoyrir orðini, sum blíva persónlig fyri teg. Orðini av Jesusar munni: “Eg vil vera hirði fyri teg, eg vil vera tín Frelsari”.

          Sóknast tú eftir Jesusar orðum, tí tú treingir til hann, tá hoyrir tú rødd hansara og ert hansara barn.