24. dec, 2017

Harrans friður og gleði

...tá søgdu hirðarnir hvør við annan: »Latum okkum nú fara beinanvegin til Betlehem og vita um hesi tíðindi, sum hend eru, og sum Harrin hevur kunngjørt okkum. (Luk. 2, 15)

Í okkara hugflogi og hugsan, so ímynda vit okkum, at hirðarnir eru nakrir sveimandi menn. Men so var ikki í veruleikanum. Hirðarnir vóru arbeiðssamir menn, sum passaðu teirra harða og vandamikla arbeiði. Bæði tjóðar og villini djór kundu leypa á teir. Teir vóru fátækir, ólærdir og góðvarin menn. Teir vóru ikki høgt í metum millum manna, og vóru tí mangan mettir sum lítilsverdir.

Tað undurfulla er, at júst hirðarnir blivu av Gudi útvaldir til, at vera teir fyrstu, ið skuldu fáa tann gleða boðskapin at hoyra. Hesir lítilsverdu menn skuldu verða tey fyrstu vitni til Jesu føðing. Jesus hevði einaferð á munni: “Eg prísi Tær, Faðir, Harri Himmals og jarðar, at Tú hevur dult hetta fyri vísum og klókum og opinberað ómyndigum tað! Ja, Faðir! Tí so líkaði Tær, at verða skuldi.” (Luk. 10, 21) Tað eru slík menniskju, sum veruliga hava møguleikan til, at uppliva jóla undri! Eitt undur skal nevniliga  ikki fatast, men tað skal møtast í trúgv og tilbiðjan.

Jólaevangeliið sigur okkum frá, hvussu tað gekst hjá hirðunum. Teir blivu broyttir til nýggj menniskju. Ikki grunda á løtumyndina – ljósi hvarv jú aftur, og eingla sangurin tagnaði – men grunda á sjálvan jólaboðskapin. “Tykkum er í dag Frelsari føddur!” Tað hevði so stóra ávirkan á teir, at teir gjørdu av, at fara til Betlehem.

Hirðarnir komu til krubbuna hjá Jesusi. Teir sóu Guds Son, teir trúðu, og teir tóku ímóti. Og tað var tað, sum gjørdi teir til nýggj menniskjum.

Júst tann sami vegur leiðir eisini í dag til eitt reiðiligt og ríkt gudslívið. Evangelii um okkara Frelsara ljóðar av nýggjum til okkum hesi jólini. Tað ræður um, at vit – eins og hirðarnir – koma til krubbuna hjá Jesusi og tilbiðja hann. Fyrst tá Harrin yvir jólunum hevur fingið sítt pláss í okkara hjørtum og er settur í miðjuna, so vilja vit uppliva Hansara frið og gleði.