1. jan, 2018

Á hvørjum degi vil eg teg prísa

…Tí at tit eru ein roykur, sum eina stutta stund er sjónligur og so hvørvur burtur. (Ják. 4, 14)

Tað liggur okkum mangan á, at leggja ætlanir uttan Gud. Eins og Jákup eisini skrivar: ”Í dag ella í morgin skulu vit fara…tit sum ikki vita, hvat ið verða skal í morgin!” Vit vita heldur ikki hvussu mangar dagar okkum er avmált, og endin á lívið okkara er kanska nærri enn vit hugsa. Tí eiga vit at gerða eins og sálmaskaldi skrivar: ”Á hvørjum degi vil eg teg prísa og navni tínum lova um aldur og ævir!” (Sl 145,2)

Vit eiga at læra at liva ein dag ísenn. Tá okkara byrðar blíva ov tungar fyri okkum at berða, so er tað tíð, at vit vilja berða byrðar fyri fleiri dagar samtíðis. Vit eiga at leggja tilrættis sum ein, sum er á eini stuttari vitjan frá vøggu til grøv, og altíð verða tilreiðar at fara. Tí eiga vit ikki lata nakað, sum kann gerðast í dag bíða til seinri. Vit eiga heldur ikki lata sólina seta yvur okkara vreiði, meinhuga ella nag. Ver altíð tilreiðar! Tað átti at verði okkar aðalmál, tí tað er avgerandi, at vit eru tilreiðar tá Gud kallar.

 

At læra at hava álit á Gud, má roynast. Vit hugsa, at vit eru nakað í okkum sjálvum og kunnu alt sjálv, og verða lætt freista til at leggja ætlanir langt framm í tíðina fyri lív okkara. Men lív okkara er eins og roykur í stilli. Tíð eiga vit at taka ávaringina í álvara um, at vera tilreiðar, so vit gerða okkum tilreiðar, vit, sum eru eins og ein roykur eiga at minnast, tá vit gerða ætlanir, so eiga vit at leggja afturat: Um Gud vil!