Orð í 2018

19. feb, 2019

Brøður mínir, ið við mær høvdu verið, gjørdu fólkið mótfallið, men eg helt meg trúliga til HARRAN Gud mín. Tann dagin svór Móses og segði: "Sanniliga - landið, ið fótur tín steig á, skulu tú og eftirkomarar tínir hava í arvalut til ævigar tíðir, aftur fyri at tú trúliga heltst teg til HARRAN Gud mín!" (Josva 14, 8 – 9)

Ísraels fólk høvdu høvdu bæði sæð og uppliva mong undur, sum Gud hevði víst teimum, tað longu leið, sum tey høvdu verði saman. Gud leiddi tey heilt fram til málið, heilt til tað lovaða landið, ið fleyt við mjólk og hunangi. Men har, sum tað mest umráðandi var, tá himpraðust tey. Vit kunnu kanska siga sum so, hví ivaðust tey? Tað er ikki lætt at skilja. Kaleb ivaðist ikki eina løtu – hvat viðvíkti Gudi og hansara lyfti – og um, at sigurin longu var vunnin.

”Men Josva, sonur Nun, og Kaleb, sonur Jefunne - sum verið høvdu við at kanna landið - skræddu klæði síni og søgdu við alla samkomu Ísraelsmanna: "Landið, ið vit hava ferðast ígjøgnum og kannað, er ovur honds gott land. Standa vit væl í eygum HARRANS, so leiðir Hann okkum inn í hetta land og gevur okkum tað, eitt land, ið flýtur í mjólk og hunangi. Setið tykkum bert ikki upp móti HARRANUM, og ræðist ikki fyri fólkinum har í landinum, tí tey skulu ikki vera okkum meir enn ein munnbiti! Vernd teirra er vikin frá teimum, men við okkum er HARRIN - ræðist ikki fyri teimum!"” (4. Mós. 14, 6 – 9)

”Við Harrans hjálp kunnu vit gera tað”, soleiðis ljóðar tað frá munninum á monnum og kvinnum, sum hava treytaleyst álit á Harran. Tá vit hava treytaleyst álit á, at Guds lyftir eru álítandi – og, at hann er við sínum fólki, ja, so er sigrað yvir hvørjum sum helst fígginda, ja, vunnin frammanundan.

Trýrt tú hesum? Mong trúgva tí, men við einari trúgv, sum er  óstøðug. Tey syngja teirra lovsang – og orðini eru røtt, men tað er nakað drálandi við tónalagnum. Tað var nakað annað við Kaleb. Hann sang tey røttu orðini við fastleika – og til tað rætta tónalagi. Man kann næsta hoyra teir  djørvu og ljómandi tónar í hansara rødd: “Har búgva Anakitar, og har eru stórir, víggirdir staðir; kanska HARRIN er við mær, so eg fái rikið teir burtur, so sum HARRIN hevur sagt!” (Josva 14, 12)

Trýrt tú, at Harrin hevur hjálpt tær, har til, sum tú ert nú, og til at blíva, tað, ið tú ert nú? Vilt tú við yvir um marki, og inn í tað lovaða landi?

“Og snimma morgunin eftir fóru teir dygst niðan á fjallaásin og mæltu: »Sí, nú viljum vær fara niðan á tann stað, sum Harrin talaði um, tí at vær høvum syndað!« Men tá segði Móses: »Hví vilja tit bróta boð Harrans? Tað man ikki fara at eydnast væl. Farið ikki niðan hagar, tí at Harrin er ikki við tykkum; tit fáa ósigur av fíggindum tykkara! Har koma tit fram á Ámalekitar og Kánáanitar, og tit skulu falla fyri svørði; av tí at tit eru viknir frá Harranum, er Harrin ikki við tykkum!«” (4. Mós. 14, 40 – 43)

Sonn trúgv tolir ikki himpr. Tann, sum hevur fult álit á Gud, fer fram á hendan hátt, ikki bert við, at gera vilja hansara, men við at gera tað beinavegin.

15. feb, 2019

Hyggið at fuglum himmalsins! Teir sáa ikki, teir heysta ikki, teir savna ikki í løður, og himmalski Faðir tykkara føðir teir. Eru tit ikki mangan meiri verdir enn teir! (Matt. 6, 26)

Vit eiga at finna okkara lívs javnvág í tí livandi løtuni. Okkara trúgv, vón og kærleiki, skal stimbra okkara dirvi, álit og kærleika.

Fortíð og framtíð er av óveruligum støddarstigi, sum dregur okkum burtur frá løtuni. Løtan er nakað, sum vit kunnu gera nakað við. Vit eru við leikarar, ikki bert ífylla ella áskoðarar.

Jesus vísir á liljurnar á markini og himmalsins fuglum, sum ikki brúka tíð uppá, at vera stúrin. Tey hugsa ikki um, hvat tey hava gjørt í fortíðini, og hvat kemur at henda í framtíðini. Tey liva heilt í samsvar við Guds vilja, og Gud útvegar teimum alt tað, ið tey hava brúk fyri.

Frágreiðing um tað ekkaleysa og tað nærveru í løtuni, er álit. Um vit sum menniskju hava sama álit á Gud, eins og liljurnar og fuglarnir hava tað, so kunnu vil liva eins ekkaleys.

Um vit vilja uppliva Guds náði og tað megi, ið er í lyftinum, so skulu vit hava 100 % álit á Gud, og lata vera við at stúra. Vit skulu læra, at halda  tilvitandi stúran burtur  frá okkum, og heldur lurta eftir hvat Heilagi Andi teskar til okkum. Ver hóvligur, tí Gud hevur øll viðurskifti undir umsjón.

Gud er altíð størri enn teir størstu trupulleikarnir og avbjóðingarnar!

Trúgvin, vónin og kærleikin gevur okkum eitt  undirstøði, sum vit kunnu byggja eitt innihaldsríkt lív á. Menniskju, sum hava uppliva, at síggja deyðan í eyguni kunnu vitna um, at man aftaná hendingina heilt av sær sjálvum leggur dent á teir mest neyðturviligu lutirnar í tilveruni.

Er nærveran í løtuni, við okkara trúfasta Harra og Frelsara Jesus Kristus, og at hava hann undir lið okkara, er tann skilabesti háttur, at liva uppá, og í felagsskapi við hann, so tekur tað ikki so langa tí fyrrenn, man ikki kann ímynda sær, at liva hann fyri uttan. “Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt! Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin!” (Matt. 6, 33 – 34)

 

13. feb, 2019

Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar. Gera tit tað, sum Eg gevi tykkum boð um, eru tit vinir Mínir. Eg kalli tykkum ikki longur tænarar; tí tænarin veit ikki, hvat harri hansara ger; nei, tykkum havi Eg kallað vinir; tí alt tað, sum Eg havi hoyrt av Faðir Mínum, havi Eg kunngjørt tykkum. (Jóhs. 15, 13 – 15)

Eg kann  tosa við Jesus bæði hart og inni í mær sjálvum. Honum tørvar ikki nakrar fínar orðing. Hann bjóðar øllum teimum, ið hava tungt at bera, at koma og at læra av honum. So vil hann hjálpa okkum, at finna hvílu fyri sálir okkara. Mangan má eg siga við Jesus: “Hjálp mær nú, tí tú kennir míni viðurskiftir, sum eg eri í júst nú!” “Vís mær hvat er rætt og gott, at gera!” Ella eg kann spyrja hann um: “Hví eri eg so óttafullur nú?”

At samskifta er eisini at lurta. Í kvirruni kann eg hoyra hann tala til mítt hjarta. So gevur hann mær nakað nýtt, at hugsa um. Hann vísir mær á, hvar mín órógv kemur frá. Tað kann vera bangilsi ella, at eg havi krøv til onnur, ið órógva. Tað, at liva upp til vónirnar hjá øðrum, kann sanniliga seta røring í.

Mangan minnir hann meg á eitt orð frá Bíbliuni, sum eg kann taka til mítt hjarta og liva eftir tí. Tá er so fylgi orðinum, so fái eg bæði hvíld og gleði. Tað er so gott, at vita, at einki er ov smátt til at koma til Jesus við, hann hevur hjálpt mær mangan, við teimum smáu trupulleikunum í dagligdegnum á ein undurfullan hátt.

Eg havi veri so væl staddur, at eg havi sæð eldri menniskju nær hjá, sum hava haft Jesus sum teirra vin alt lívið. Tey bóðu Jesus um, at taka um stýrisvølin á ungum árum, ein og ein skipari, sum letur loðsinum, ið at seta kós, tí hann kennir allar vandarnar á leiðini.

Tá tú nú hevur eitt slíkt lívsfar, ið kann klára øll tey fjaldu skerini og tað brim, ið tú møtir, men so veitst tú, at her er tað ein loðsur, sum tú trygt kann hava álit á í tí kós, ið hann hevur sett. Teirra útstráling og góðska, gleði og takksemi fekk allan míni iva at fara eins og mjørka. Tey høvdu hoyrt tað, sum Jesus segði gjøgnum teirra samvitsku í lívsins valgið. Jesus var eingin hugflogs vinur, men ein veruligur vinur og leiðvísari.

Eg havi altíð kent á mær, at mær tørvaði ein tryggan vin og leiðvísara í lívinum. Eg sá, at mín ótti fyri, at ikki, at blíva góðkendur av øðrum, og av tí sama, so leiddu tað meg mangan til tær støður, har eg á ongum sinni hevði áhuga, at verí. Vildi Jesus veruliga verða vinur við meg, ið var so viljaveikur? Jesus sigur: “Tann, ið sigrar, honum skal Eg veita at sita hjá Mær í hásæti Mínum, eins og Eg havi sigrað og sett Meg hjá Faðir Mínum í hásæti Hansara. Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar!" (Op. 3, 20 – 22)

Einasta treyt er, er at opna dyrnar! Ein dag kendi eg hesa bankan á mínar hjarta dyr, og eg opnaði dyrnar, og í dag eri eg sera glaður fyri, at eg opnaði dyrnar fyri honum! Tað er ómøguligt, at greiða heilt frá, hvat gagn og trúfasta hjálp, sum Jesus hevur veitt mær gjøgnum lívið.

Tað er ein stór megi í Guds orði. Tá vit taka støðu til, at trúgva tí, so sita vit eftir við tí óvikandi friði og hvílu. Jesus er eisini førur fyri, at stilla stormin í dag!

12. feb, 2019

Tekin skulu vera í sól, mána og stjørnum, og á jørðini skal angist og vónloysi koma á tjóðirnar; tí havið og bylgjurnar brúsa, og menniskju ørmaktast av ótta og angist fyri tí, sum yvir jarðarríki kemur; tí kreftir himmalsins skulu skakast. (Kuk. 21, 25 – 26)

Um høgar aldur og brimgangur, tað hoyra vit meira og meira um í fjølmiðlunum, og í samband við jarðskjálvta, tsunami, meldurríð, kolandi stormar og vatnflóðir. Tá hetta er sagt, so er tað nærliggjandi at hugsa, at jørðin er uppslitin – um ikki heilt enn. “jørðin skal slítast út sum plagg” (Jes. 51, 6)

Vit hoyra mangan í tíðindum um osonlagið – og ávirkan av sólini og tað vaksandi dálking, men nú rópa vísindamenninir varskóað. Skordýr kunnu verða útruddaðir um 100 ár. Troti á skordýrum kann fáa vistfrøðiskipan at søkka saman, hetta vísir ein heimsumfatandi upprit.

Á fyrsta sinnið hava granskarar samanborði heimsumfatandi kanningar og skrásett støðuna hjá skordýrum og niðurstøðan er sera álvarsom. Yvir 40% av heimsins skordýrum er fallandi og ein triðingur er hóttur, so ljóðar tað í frágreiðingini, ið er kunngjørd í tíðindablaðnum Biological Conservation.

Tað er tó eitt lítil glott at hóma. Sum ein stúrin íbúgvi á jørðuni , so kann man gera ein lítlan mun fyri skordýrini og náttúrina. Tað, sum umræður er, at gróðurseta fleiri blomstur í havanum og á altan.

Nógvir føringar hava kanska flísar, hvítt grús og gras. Tað er einki, at liva av hjá skordýrum. Tað er gagnligt hjá skordýrum, um so er, at tað eru blomstur frá tíðliga á várinum – og heilt til frosti byrjar, um heysti.

 “Hoyr Meg, fólk Mítt! Lurta eftir Mær, tú samkoma Mín! Tí lóg skal ganga út frá Mær, og rætt Mín skal Eg seta tjóðunum til ljós. Rættvísi Mín er nær, frelsa Mín kemur undan, og armar Mínir skulu hjálpa fólkunum til rætt; eftir Mær skulu oyggjarnar bíða, og armur Mín skal vera vón teirra. Lyftið eygum tykkara móti himli, og skoðið jørðina herniðri! Tí himmalin skal svinna sum roykur, jørðin skal slítast út sum plagg, og tey, sum á henni búgva, skulu doyggja sum mýggj; men frelsa Mín skal vara til ævigar tíðir, og rættvísi Mín skal aldri halda uppat. Lurtið eftir Mær, tit, sum kenna rættvísi, tú fólk, sum hevur lóg Mína í hjartanum! Óttist ikki spott menniskjanna, og ræðist ikki háðorð teirra!” (Jes. 51, 4 – 7)

Eg, Eg eri tann, sum troystar tykkum. - Hvør ert tú, at tú ræðist menniskjað, sum skal doyggja, menniskjabarnið, ið skal verða grasi líkt. v/12

Tí Eg eri HARRIN Gud tín, sum øsir upp havið, so bylgjurnar brúsa - HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara. Og Eg legði orð Míni í munn tín og fjaldi teg undir skugga handar Mínar - til at planta himmalin og grundfesta jørðina og siga við Zion: "Tú ert fólk Mítt!" Vakna, vakna, reis teg, Jerúsalem, tú, sum av hond HARRANS hevur fingið vreiðiskál Hansara at drekka! Hina stóru sløðriskál hevur tú drukkið úr - til síðsta dropa. v/ 15 - 17

11. feb, 2019

Orð. 4, 4 – 13, 18 og 20 – 27  Orð. 3, 1 – 8, 21 – 26 og 13 – 15

Vinn tær vísdóm og synda ikki

Tá lærdi hann meg og segði við meg: »Hjarta títt haldi fast við míni orð, varðveit tú boð míni, so manst tú liva. Vinn tær vísdóm, vinn tær klókskap! Gloym ikki og vík ikki frá orðunum av mínum munni! Havna ikki vísdómi, so man hann varða teg, elska hann, so man hann verja teg. Upphav at vísdómi er: Vinn tær vísdóm, vinn tær vitsku fyri allar tínar ognir! Set hann hátt, so man hann hevja teg; hann man veita tær æru, um tú fevnir hann. Hann man seta á høvur títt yndisligan krans, prýða teg við dýrari krúnu.« Lýð á, sonur mín, og tak við orðum mínum, tá munnu æviár tíni verða mong. Eg vísi tær á vísdómsins veg, eg leiði teg á beinar gøtur. Gongur tú tær, skal gongd tín ikki verða trong, og rennur tú, skalt tú ikki snáva. Halt fast um áminningina, slepp henni ikki, varðveit hana, tí at hon er lív títt.

Leið teirra rættvísu er eins og morgunglæman, ið ljósnar og ljósnar, til tað er alljósur dagur.

Sonur mín, gev orðum mínum gætur, vend oyra tínum til talu mína. Lat tey ei víkja frá eygum tínum, varðveit tey innast í hjarta tínum. Tí at tey eru lív fyri teimum, ið finna tey, og heilsubót fyri alt teirra likam. Fram um alt, ið verður varðveitt, varða títt hjarta, tí at har er tað, at lívið sprettur upp. Halt svik av munni burtur frá tær, lat fals av vørrum vera tær fjart. Lat eygu tíni hyggja beint fram, og eygnalok tíni horva bert fram fyri teg. Slætta vegin fyri fótum tínum, lat allar leiðir tínar vera rættar. Vík hvørki til høgru ella vinstru, halt fóti tínum burtur frá illum!

Óttast Harran

Sonur mín, gloym ikki læru mína, hjarta títt varðveiti boðorð míni; tí at mangar dagar og æviár og vælferð tey tær munnu ríkliga veita. Kærleiki og trúfesti víki aldri tær frá, bind tey um háls tín, skriva tey á hjartans talvu tína; tá manst tú finna náði og hyggjuráð góð bæði í eygum Guðs og manna. Troysta á Harran av øllum tínum hjarta, men lít ikki á vitsku tína. Minst til hansara á øllum tínum leiðum, so man hann javna vegir tínar. Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast Harran og flýggja frá illum; tað skal verða heilsubót fyri likam títt, heilivágur fyri bein tíni.

Virði vísdómsins

Sonur mín, lat tey ei víkja frá eygum tínum, varðveit tú vísdóm og umhugsan, tá munnu tey verða sál tíni lív og prýði fyri háls tín. Tá manst tú ganga veg tín tryggur og ikki sláa fótin ímóti. Tá ið tú fert at leggjast, skalt ikki tú ræðast, og tá ið tú ert lagstur, skal svøvnurin verða søtur. Ikki skalt tú óttast bráða ræðslu ella ta ódn, sum á teir gudleysu brestur. Tí at Harrin skal vera álit títt og varðveita fót tín, at hann ikki verður heftur.

Sælur er maður, ið vísdóm hevur funnið, maður, ið vinnur sær vitsku. Tí at betri er hana at vinna enn silvur at vinna, og at ognast hana meiri enn gull. Dýrmætari er hon enn perlur, allir dýrgripir tínir kunnu ei metast javnt við hana.