6. jan, 2018

Liv lívið alt lívið

Tann, sum roynir at bjarga sál síni, skal missa hana; og tann, sum missir hana, skal varðveita hana. (Luk. 17, 33)

Minst til, at liva! – Ja, men kemur tað ikki heilt av sær sjálvum...? – Nei, tað er júst tað sum er munurin, at liva og so at vera til. Tað eru mongu í dag sum ikki duga at liva. Tey vilja heldur taka avgerðir fyri lívið í morgin! Lívið kann ikki livast umaftur.

Vandin við at liva eitt lív í sjálvgleði og sjálvsøkni liggur sera nær til okkum menniskju. Men lívið hevur ikki nógv virði, um vit ikki eisini liva fyri at geva av tí. Vit skulu liva lívið fyri Gudi. Og um tað ikki bert skulu verða vøkur orð og hugsanir, so hevur Gud tilrættarlagt tað á ein slíkan hátt, at vit hvønn dag møta Jesusi Kristi í okkara næsta. Tí ræður tað um, at vera yvir fyri okkara næsta á ein slíkan hátt, sum vit ynskja at vera yvirfyri Jesusi.

Lat okkum hugsa um hetta hvønn dag, tá vit møta menniskjum á okkara farleið. Royn at gleða eitt menniskja í dag. Gev onkrum eitt vinarligt bros! Hjálp einum menniskja við onkrum heilt serligum. Men fyrst og síðst, ver vinarligur! Tú kanst neyvan gera nøkrum menniskjum, sum tú kemur í samband við dagliga, nakra størri tænastu, enn at vera vinarligur ímóti teimum. Ver lættur til at skilja, fyrigevandi og eymur. Soleiðis er Jesus, so vit mugu taka við læru av honum. Vit hav meira brúk fyri hansara lyndi. Hann royndi ikki at bjarga lívið sínum – hann gav tað fyri okkum. Hann var tilreiðar til at missa sítt lív fyri okkara skuld. Hann hugsaði ikki bert um seg sjálvan!

Liv lívið fyri at geva tað til onnur. Liv á ein slíkan hátt, sum tú hevði ynskt, at tú hevði liva tað, tá tú doyrt. Liv soleiðis í dag, at onkur í kvøld kann siga Gudi takk fyri, at tú ert til.

Gloym ikki at liva. Liv títt lív saman við Jesusi – og livi fyri Jesus! Gev teg sjálvan heilt í hansara tænastu, og ver ikki bangin fyri at “missa” lívið. Sambært Harrans lyftum skalt tú tá – í djúpastu merking – fáa loyvi til at uppliva, at tú skalt varðveita lívið.