10. jan, 2018

Ótti ella bøn

Eg havi jú sagt við teg: Ver reystur og hugdjarvur og ver uttan ótta og ekka, tí at Harrin, Guð tín, er við tær á øllum leiðum tínum! (Josva 1, 9)

Hevði Josva nakra grund til at óttast, tá hann tók leiðsluna av Ísraels fólkið eftir at Móses var deyður? Eftir oyðimarkar gongdina skuldu tey ganga inn í Kanasland, og tað kundu tey ikki uttan stríð. Men fyrst máttu tey yvir Jordansá, sum tá var sera stór og tað fløddi yvir áarbakkarnar.

Veruliga, so er tað bert eitt, sum Gud bað Josva um: “Ver reystur og hugdjarvur!” Alt annað skuldi Gud taka sær av!

Gud segði: Eg vil geva tykkum landið. Eg vil verða við tær. Eg sleppi tær ikki og svíki teg ikki. Eg eri við tær allan vegin. So gevur hann Josva boð um at fara útí Jordanánna, og Gud steðgaði vatninum, so at tað reistist eins og ein verjugarður. Á hendan hátt bleiv fólki leitt inn í lyftis landi.

Hevði Josef nakra grund til at óttast? Ella hvussu kundi Gud siga, at Josva skuldi verða, reystur og hugdjarvur, tá hann stóð yvirfyri eini so stórari uppgávu?

Tí tað var Guds arbeiði.

Vit nøtra mangan, tá vit eru í holt við eina uppgávu, sum Gud givið okkum. Men Gud vil á ongum sinnið biðja okkum um nakað, tú ikki ert førur fyri. “Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan.” (Fil. 4, 13) Vit hava onga orsøk til at óttast! Hví ikki? “tí at Harrin, Guð tín, er við tær á øllum leiðum tínum!”

Josva er eins og ein fyrimynd uppá Jesus. Bæði nøvnini hava sama týdning: “Harrin frelsir!” Á sama hátt sum Josva førdi Ísraels fólk inn í tað lovaða landi, so vil Jesus føra okkum  inn í Guds ríkið.

Hann opnaði vegin gjøgnum vatni í Jordan, og hann vil eisini føra okkum trygt heim. Hann hevur lova, at vera við okkum allan dagar. Hava vit, sum ganga saman við honum, nakra orsøk til at óttast? Nei, vit skulu bert fylgja honum, so vil hann opna vegin fyri okkum, so vil hann leiða okkum til málið.

“Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk.” (Fil. 4, 6)

Her er tann stóri loyndardómurin. Stúran kann “broytast til bøn”. Stúran kann sníkja seg inn á okkum øll, men tá tað kann broytast til bøn, tá tapir stúranin sína megi – og Gud ger teg djarvan og sterkan.