13. jan, 2018

At hava sína styrki í Gudi

Hvussu mong vilja siga um seg sjálvan, at tey eru sterk menniskju?

Styrki? Tað veldst um, hvat tey meina við orði. Kaga vit gjøgnum dagbløðini, so finna vit eggjan og góðar nýggheitir, men satt at siga, so møta vit eisini eini mongd av propellunum og øsing. Tað far vist mong av okkum til at kenna okkum veik. Hvat kann lítla eg og tú avrika móti øllum heimsins neyð og trupulleikum?

Nøkur vilja skotra burtur tankan, onnur vilja bara geva upp. Men nøkur hava sæð møguleikan fyri, at fáa styrki og dirvi frá øðrum stað.

Hjá Gudi er styrki at finna. Hann er Harri yvir øllum somlum. Hann hevur styrki til at broyta og til at venda tí ónda til gott fyri tey, sum elska hann.

“Sælir eru teir, sum hjá tær eiga styrki! Fara teir gjøgnum Baka dalin, gera teir hann til eitt keldulop. (Sl. 84, 6 – 7)

Hervið er hendan lítla andaktin við til, at vera ein innbjóðing til at vísa Gudi álit. Eydnuríkur er tann, sum er tryggur í síni sannroynd, at Gud er sterkur nokk og hevur vilja til tað góða!

Her í Sálma 84, verður tosa um Baka dalin. Týðingin av orðinum er tára dalurin. Tey, sum brúka hjarta og kenslurnar mugu ásanna, at tey eru rámandi merkt av teimum mongu upplivingum í heiminum. Opinlýst ella í tí fjalda renna tað í hesi stund tár frá milliónum av eygum.

Eitt kelduvað er nakað heilt annað. Tað er dalurin, har tað er sunt og lívgevandi vatn at finna, og har frískt lív grør fram.

 Hin óndi sendir neyð og tvørleikar fyri at gera okkum veik og fyri at missa móti. Hann vil hava okkum framhaldandi í tára dalinum, men Gud brúkar tað trupla til, at geva okkum frímóð og styrki. Hann kann broyta ósigur til kelduvað.

Á ongum sinni er Gud so nær, sum tá vit játta okkara hjálparloysi og venda okkum til hansara.

Ongantíð er hann so virkin við síni framúrskarandi styrki, sum tá eitt lítið barn sigur: “Harri, eg eri veikur, eg havi brúk fyri tær!