1. feb, 2018

Ikki aleina við angist í myrkrinum

Sætt tað tú hevur, tí sorg og móð títt eyga skoðar, til tess at líta tað upp í tínar hendur; neyðstaddur troystar á teg, faðirleysum tú hjálpari varðst! (Sl. 10, 14)

 Gud fylgir við. Hann hevur eyguni við bæði óndum og góðum, sum er rundan um okkum. Hann hevur tað í sín hond. Harrin hjálpir tí hjálparleysa, sum leggur sína mótgongd yvir á hann.

 Tað ónda kemur ikki frá Guds hond. Men tá tað ónda rakar teg, so hevur Gud pláss fyri tí í síni hond. Har er bæði pláss fyri tær og tínum trupulleikum. Hann vil syrgja fyri, at einki óneyðugt tár vil falla frá  eyganum hjá sínum barni.

 Tað hevur ikki tann týdning, at tú lættari kanst fata lívið og tað, sum kemur á veg tín í lívinum, og kanska hevur tú lættari við at gevast við, at stríða ímóti lívinum. Tí “tætt hjá tær í skugganum, har stendur Jesus.”

Jesus hevur víst okkum, hvør Faðirin er. Og Jesus sagt, at hann hevur ikki lati okkum eftir aleina faðirleys. Tá myrkri, einsemi, og tey villu djórini ýla og tín egni angist vil taka ræði á tær, so skalt tú royna, at sameina tína hugsan um tín Faðir í Himlinum.

 Hann hevur sæð tað. Hann tekur tað í sína hond.