8. feb, 2018

Jesus hevði reist seg

Men hann hugdi upp til himmals, fullur av heilagum anda, og sá Guðs dýrd og Jesus standandi við høgru hond Guðs. (Aps. 7, 55)

 

Skriftin umtalar reglulig Jesus sitandi við Guds høgru hond. Bert einaferð lesa vit, at Jesus hevur reist seg. Hann reisir seg fyri Stefanus, tá hann sum tann fyrsti pínslarvátti bleiv steinaður til deyða.

 

Vit kunnu vist eisini haft hug til at reist okkum fyri Stefanusi. Tað var ein maður, sum var fyltur av Anda Guds, og við frímóðið boðaði Evangelii. Og hann gjørdi tað ikki bert í orðum. Hann var ein av teimum fyrstu diakonum og hevði ábyrgd av miskunnsemi og at deila mat út til tey minni mentu. Hann hevði umsorgan fyri øllum likaminum sum ein Guds skapningur. Hann útinti sína tænastu við ágrýtni og miklum kærleika.

 

Tað bleiv ov mikið fyri teir jødisku leiðararnar. Tann dóm, sum teir feldu yvir hann, var ræðuligur. Stefanus skuldi blíva steinaður. Og tað bleiv hann. Tað var í tí løtuni, meðan steinarnir hegla niður yvir hann, at hann lyftir eygum sínum móti himli og fekk nakað at síggja, og sum má hava givið honum eina ómenniskiliga megi og gleði mitt í pínuni og neyðini: “Hann sá, at Jesus hevði reist seg!”

 

Stefanus bar ikki fyrst og fremst dám av síni pínu og neyð, men av trúarinnar glaða frímóð. Tí hann sá Jesus, upphevjaður í dýrdini— og hann sá óivað eisini, at hann skuldi ganga saman við Jesusi inn til dýrdina.

 

Vit undrast kanska mangan yvir, hví Jesus ikki sendi sínar einglar og steðgaði steiningini. Mátti Stefanus vissuliga doyggja? Hví kundi Jesus, sum nú stóð við Faðirsins høgru síðu, ikki grípa inn?

 

Jesus sær okkum í hesum heimi. So mugu vit við frímóðið trúgva, at tá vit eru í stórari neyð, so reisir hann seg, og vit fáa hann at síggja. Tá Jesus sjálvur leið, so sá hann fram móti tí gleði, ið bíðaði honum. Og í Heb. 12, 2, blíva vit mint á og blíva eggjaði til, at síggja hvat Jesus mátti ígjøgnum. “Við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus, hann sum fyri ta gleði, sum honum var fyri sett, bar kross við toli, og virdi einki um skemd, og er setstur høgrumegin hásæti Guðs.”

 

Vit skulu ikki gera hugmyndir av tí stríði og líðingum, sum blóðvitni hava veri útifyri. Men vit kunnu gleða okkum yvir, at í tí ringastu neyðini og pínuni, tá reisir Jesus seg fyri teimum, ið eru hansara. Hann ikki bert opinberar sína dýrd, men hann førir okkum inn í hana—til tað æviga lívið!