12. feb, 2018

Ongin fordøming

Hvør skal bera klagu móti hinum útvaldu Guds! Gud er tann, ið rættvísger. (Rom. 8, 33)

Tað eru nokk av teimum, sum vilja ákæra okkum. Djevulin vil gjarna. Og tey menniskju, sum hann kann fáa til tað, gera tað óivað gjarna. Men ringast er tað, tá okkara egna samvitska og okkara hjarta ákærir okkum og fordømir okkum. Men tað er ikki so løgi, tí tað, sum lógin krevur av okkum, tað maktað  vit ikki, og tað sum hon forbjóðar, tað gera vit. Tí eru vit órættvís. Men nú sigur Bíbliuorði, at Gud er tann, sum rættvísger! Hvør kann so ákæra okkum ella fordøma okkum? Gud er tó tann, sum hevur tað stóra og avgerandi orði at siga.

Allan okkara ófullkomuleika hevur Kristus tikið á seg. Hann, sum ikki kendi til synd, bleiv gjørdur til synd okkara vegna. Kristus hevir keypt okkum frí fá lógarinnar trældómi. Hvør kann tá fordøma okkum, tá Kristus bleiv fordømdur í okkara stað? Gud fordømir okkum ikki, tí hann er fullkomiliga nøgdur við, tað, sum Kristus hevur gjørt. Frelsarin fordømir okkum ikki, tí hann gav sítt lív og sítt blóð fyri at frelsa okkum. Til eina neyðars kvinnu segði hann einaferð: “Eg førdømi teg heldur ikki – far í friði, og synda frá nú av ikki meira”. Andin fordømir okkum heldur ikki, tað greiðir Jesus okkum frá.

Hvør ákærir og fordømir okkum? Tað er okkara vantrúgv og okkara ónda hjarta, ið sigur, at tað, sum Jesus gjørdi, ikki er nokk.

Vit eiga, at vera bangin fyri okkara vantrúgv! Tað er hon, sum vil forða okkum í, at taka ímóti og liva í tí rættvísi, sum Jesus hevur vunnið fyri okkum á Golgata.

Bið Gud um gávu trúarinnar, helma ikki í og tak tað ikki róligt, fyrr enn tú kanst siga: “Tað er nokk, æviga nokk, tað, sum Jesus hevur gjørt og liði”.

Tá vit í okkara egna máttloysi kunnu sanna, at vit hava alt í Kristusi, og at vit eru fjald í honum – so mugu allar ákærur tagna og allar fordømandi røddir fara okkum framvið.

Tá vit eru í Kristusi, so kann eingin fordøma okkum.