15. feb, 2018

Bønin

Verið áhaldandi í bønini, vakið í henni og takkið! (Kol. 4, 2)

Tað eru ikki teir knýttu nevarnir, men tær foldaðu hendurnar, sum eru tann sterkasta megin í heiminum.

Vit eiga á ongum sinnið, at blíva troytt av, at biðja. Vit eig ikki, at geva upp. Tí, tað hendir nakað, tá við biðja.  Bøn endurnýggjan og broytir alt. Bøn er tað álvarsama, sum vit kunn gera meðan vit ferðast gjøgnum lívið.

Bøn og bíbliulestur er vegurin til eitt virki kristnilív. Sjálvt Djevulin veit tað. Ver tú tí tilreiðar, tí hann vil á allan møguligan hátt royna at fora tær til at gjøgnumføra eitt regluligt bønarlív.

Tað er tí av stórum týdningi, at tú hvønn dag avsetur tær tíð til, at vera kvirr yvirfyri Gudi. Jesus hevði eisini slíkar løtur saman við sínum Himmalska Faðir. Hvat meira hava vit ikki brúk fyri tí! Skulu vit verða úthaldandi og vakin í bønini, eins og orði áleggur okkum, sum vit byrjaðu við, so mugu vit taka okkum tíð til, at biðja og hava ordan og reglusemið í okkara bønar lívið. Her hava vit øll somul nakað at læra. Um við bóðu meira regluliga, so vildi tað uttan iva ført til eitt ríkari kristnilív. Og tað vildu stórar hendinga fari frem.

Bøn er at lata upp fyri Jesusi, so hann kann koma inn í okkara neyð. So einkult er tað. Ein og hvør kann tí við frímóðið venda sær til Gud í bøn. Tað kann vera bøn, tá vit biðja út frá trúar  vissu. Men tað er eisini bøn, tá menniskju biðja av longsli eftir trúar vissuni!

Bønin er fyri tann hjálparleysa. Men vit mugu eisini vera tilreiðar til, at ganga í bønar skúlan, sum Andin hevur sett á stovn. Ápostlarnir bóðu: “Harri, lær okkum at biðja”. Tað ynski eiga vit eisini at bera fram fyri Gud.