19. feb, 2018

Gud kvikar sær, tá okkum tørvar hjálp

Men í neyð míni ákallaði eg HARRAN og rópti til Gud mín; Hann hoyrdi í templi Sínum rødd mína, og róp mítt náddi til Hansara, kom fyri oyru Hansara. Tá nøtraði jørðin og skalv, grundvøllir fjallanna ristust, teir skakaðust - tí vreiði Hansara tendraðist. Roykur gekk út úr nøs Hansara, oyðandi eldur úr munni Hansara, gløður brendu út úr Honum. Hann lækkaði Himmalin og kom niður, myrkur var undir fótum Hansara; borin av kerúbum fleyg Hann, streyk fram á veingjum vindsins. (Sl. 18, 7 – 11)

Tá, ið man lesur hendan sálmin, so undrast man yvir tað sannroynd, at Gud setir himmal og jørð í røring fyri at koma okkum til hjálpar, tá vit rópa til hansara í neyð okkara. Grunda á tína bøn, so drynjar Harrin frá himli og spreiðir tínar fíggindar.

“Hann rætti hondina av hæddini og tók meg, dró meg upp úr hinum stóru vøtnum, bjargaði mær undan sterka fígginda mínum og undan teimum, ið hataðu meg - teir vóru mær ov sterkir. Teir lupu á meg vanlukkudag mín, men HARRIN styðjaði meg. Hann leiddi meg út, hagar sum rúmt var, Hann frelsti meg, tí Hann hevði yndi til mín. (Sl. 18, 17 – 20)

Tú mást ikki trúgva, at tá tú biður Gud um hansara hjálp, at hann er líkaglaður ella kensluleysur yvirfyri tíni inniligu bøn. Gud situr ikki langt burtur á einum fjallatindi og er fráverandi tá tað umræður títt róp. Tá tú biður um hjálp, so hellir hann seg ikki út móti tær og biður teg biðja harðari.

Gud fylgir við hvat, ið tykkum tørvar, sum ein hyggin faðir er tað yvirfyri sínum kæra soni. Tá tú sendir út ein boðskap til Harran, so kemur himmalin niður fyri at koma tær til hjálpar. Og um tú treingir til, at blíva mintur um hetta, so les Sálma 18 allan sum hann er.

Eingin, sum sendir eitt ekta neyðarkall, hugsar um, at villleiða Gud. Ómøguligt! Ein innilig bøn um hjálp, hevur einki ynski um at avgera, á hvønn hátt Harrin svara. Ein slík bøn bendir heldur á, at tú hevur kasta teg í Harrans miskunnsama føvning, og uttan farra av óreinari orsøk. Tá tú biður á hendan hátt, so veit Gud beinanvegin, at tað er biði frá einum falsleysum hjarta, og skundar sær til hjálpar

O, Harri, hvør er ikki tín miskunn móti okkum stór og tín kærleiki til okkara!