22. feb, 2018

Ósigur og tó sigur

Saul, Saul! Hví søkir tú at Mær? Tá segði hann: “Hvør ert Tú, Harri?”     Hann svaraði: “Eg eri Jesus, Hann, sum tú søkir at”. (Ap. 9, 4 – 5)

Paulus var ávegis til Damaskus fyri at forfylgja og fongsla tey kristnu. Hansara meining var, at hann harvið gjørdi Gudi eina stóra tænastu. Tað bleiv tó ein annarleiðis túrur, enn tann, sum Paulus hevði vanta sær, tí her á vegnum til Damaskus, so upplivdi hann tað mest ógvusliga og beinleiðis møti við Jesus.

Tað var ein av sínum harðastu mótstandarum hansara, sum Jesus stóð yvirfyri. Jesus vísti sína makt og dýrd við at sláa hann til jarðar og gera hann blindan. Jesus talaði til hansara, og Paulus spurdi, hvør hann var. “Eg eri Jesus, Hann, sum tú søkir at”.

Tað er ein mynd til orðini hjá Jesusi í Matt. 25, 40: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!" Paulus forfylgdi teimum kristnu, men Jesus sigur:“Eg eri Jesus, Hann, sum tú søkir at”.  So heilt og fult ger Jesus seg eitt við okkum.

Tað er álvarsamt at stríðast ímóti Jesusi. Tað er eitt stríð, sum øll eru dømd til at tapa. “Tað er øgiligt at falla í hendur hins livandi Guds!” (Heb. 10, 31) Paulus yvirgav seg til Jesus. Hann sigraði við at tapa! Tá hann boygdi seg, so varnaðist hann til fulnar, at Jesus hevði bara gott at geva honum. Hjá Jesusi møtti hann kærleika og fyrigeving. Ein nýggj byrjan og eitt nýtt lív.

Tann veruligi sigurin kann bert vinnast við, at  yvirgeva seg til Jesus. Tey, sum áhaldandi stríðast ímóti honum kunnu ongantíð vinna. Sigurin liggur í at geva seg yvir í Harrans hond. Tann dagin misti Paulus sjónina, men í veruleikanum fekk hann sjónina! Nú kundi hann síggja, at hann hevði tikið heil feil, tá valdi sær Jesus og hansara vinir sum mótstøðufólk.

Aftaná tann dag bleiv alt vent á høvdi, so sum hann skrivar í Fil. 1, 21 og 3, 7 – 8: “Tí at liva er mær Kristus, og deyðin er vinningur...Men tað, sum var mær vinningur, havi eg fyri Kristusar skuld roknað fyri tap, ja, sanniliga, og eg rokni alt fyri tap móti tí, sum er so mangan meiri vert: At kenna Kristus Jesus, Harra mín, fyri hvørs skuld eg havi mist tað alt. Og eg rokni tað fyri skarn - fyri at eg kann vinna Kristus.”

Stríðist tú ímóti Kristusi? Tá er tapa í hendi. Yvirgevur tú teg til Hansara? So vilt tú vinna!