27. feb, 2018

Tá tað alt veðrar lagt í oyði

 

Alt kemur oman yvir meg!  (. Mós  42, 36)

 

Orðini koma frá ættarfaðirinum Jákup. Hann trýr at sonur hansara bleiv dripin fyri nøkrum árum síðani. Ein annar sonur, Simion, er afturhildin í Egyptalandi sum fangi, og vilja brøðurnir hava hansara ynskta son Benjamin skal við á ferðini til Egyptaland. Tað er meira enn tað, ið Jákup orkar at bera. Hann heldur, at hann hevur veri úti fyri alt ov nógvum og alt ov leingi. Tað er meg, alt kemur omanyvir. Nú má hann siga til.

 

Kanska er hetta júst tín støða í dag. Tað kunnu verða fleiri grundir til tað, at nakað blívur tikið burtur frá tær. Tað kann vera við ella uttan títt samtykki. Tað kann vera vinir, sum vit ikki hava álit á longur. Kanska eru taðbørn, sum ikki hátta sær so sum tú kundi hugsa tær, og tað kann eisini vera tímilig ting, sum ganga gali. Tað kann í heia tikið verða so mangt. Vit kenna á okkum, at alt samalt kemur niður á okkum.

 

Tú ert óivað ein kristin, ella tú vilt gjarna verða tað, men tú upplivir, at júst tey ella tað, sum tú hevði sett títt álit á, bleiv tikið frá tær. Tað var eitt menniskja lív og  medferð, tú hevði bygt títt egna kristnilív uppá, og so bleivst tú svikin av tí menniskja, og harvið brast grundstøði fyri tíni trúgv. Nú situr tú aleinaður eftir við pínuni.

 

Men hoyr nú einaferð her! Tað er jú ein annar, sum sær tína støðu. Hann veit eisini, at  tú ert í stórum trupulleikum. Tað er tín Gud og skapari. Ymisleikin um hansar og tín hátt at síggja tína støðu er, at hann sær tað við hugsan um, tað tú hevur fyri framman, og ikki bert tað, hvussu tú hevur tað í dag, og hvat tú misti í gjár. Av kærleikans neyðsyn  mátti hann lata títt hjarta  vónandi fúna burt, so at tú komst í tað støðu, har tínar egnu meting um lívsins viðurskiftir blivu tikin frá tær.

 

Bygg ikki títt trúarlív á, hvat menniskju gera ella ikki gera, men á Jesus og hansara fullgjørda verk fyri teg!