10. mar, 2018

Tann talandi kvirran

Eg lyfti upp eygu míni móti fjøllunum; hvaðani skal hjálp mín koma? Hjálp mín kemur frá HARRANUM, sum hevur skapt himmal og jørð. (Sl. 121, 1 – 2)

Tað stendur ein ráðleysur maður og starir upp ímóti fjøllunum. Hvar skal hjálp hansara koma frá?

Tá tala fjøllini teirra stillisliga, men kraftmikla  boðskap til hansara, um teirra skapara. Tey føgru høgu fjøll eru ikki blivin til av tilvild. Tann almáttugi Gud hevur við sínum skapanar orði virka alt. Og hesin Gud livir enn! Gud livir eins væl og fjøllini standa. Orð hansara eru trúverdig eins væl og fjøllini standa. Hansara lyftir standa fastari enn nøkur hella er ment. Og hann, sum heldur jørðini við teirra fjøllum í síni hond, hann hevur eisini megi til til, at hjálpa og bera eitt neyðars menniskja.

Og maðurin, sum stendur og hyggur upp ímóti fjøllinum, hann verður uggaður, glaður og fær móti aftur. Nú veit hann, hvar hjálpin kemur frá. Tann almáttugi Gud, hvørs makt er óavmarkað, og hvørs trúfesti er tryggari enn nakað fjall, har, sum hann lovar at hjálpa.

“Hjálp mín kemur frá HARRANUM, sum hevur skapt himmal og jørð.” Hygg at fjøllunum, og hav álit á Gud.