20. mar, 2018

Tað er fullgjørt!

Táið Jesus nú hevði fingið edikin, segði Hann: "Tað er fullgjørt!" (Jóhs. 19, 30)

Hatri hjá mannaættini var fullgjørt. Jesus hevur gingið líðingar vegin at enda. Vreiðunar skálin er tømd. Og  sáttargerðin er at enda komin.

Sál mín syngur fagnaðar lag! Lat tín angist og mistreysti fara tær frá. At ivast er ein synd. Alt bangilsi er vanæra. Jesus rópti av krossinum: "Tað er fullgjørt!"

Jesus hevur gjørt tað, sum eg ikki var mentur at gera. Semjan er fingin í lag fyri allar mínar syndir. Sjálvt um eg havi trot av øllum, so manglar mær einki, tí Jesus hevur veitt mær frelsu. Eg skal ikki longur stríðast undir krøvum frá lógini, tí Hann hevur uppfylt lógina fyri meg, mín dýrabæri varamaður.

Tað skal og tað kann einki leggjast afturat tí. Tín frelsa er fullgjørd! Tað er ein fullkomin frelsa, sjálv fyri eina ófullkomnan trúgv. Tað er ein full og heil semja, sjálvt fyri tann, sum skortar alt, men sum í síni neyð kemur til Hansara.

Tað er fullgjørt!  So er ikki neyðugt hjá mær at gera nakað, tí tað er longu gjørt – mína vegna! Eg skal bert taka ímóti og takka, og so er alt mítt. Og eg eri frelst(ur)! Hendan semja er eitt stórt undur! Halleluja!