21. mar, 2018

Kom sum tú ert

"Komið, tí nú er alt til reiðar!"(Luk. 14, 17)

Soleiðis ljóðar innbjóðingin til gildi hjá tí himmalska konginum.

So koma menniskju væl streymandi til hetta stóra gildið. Nei, ógvuliga vánalig undirtøka kann sigast.

Um so var, at Drotning Margreta bjóðaði okkum til máltíð við sítt borð, so høvdu vit vist sett alt inn fyri, at komi við, men tá tað er tann himmalski kongurin, sum bjóðar inn, so berast vit undan, og hava eina rúgvu at umbera okkum við, og kanska skammast vit við innbjóðingina.

Hví eru tað so fá Kristin sjófólk? Spurdi eg ein stýrimann einaferð. Hann risti uppgevandi uppá høvdi. Tað er ikki lætt, at vera kristin umborð.

Tað er altso tað, at játta seg kristnan, sum teir eru bangnir fyri!

Ja, játtaði hann erligt, tað er játtanin.

Er tað ikki løgi, at tað er so trekt at játta Gud. Er tað ikki í grundini fjákut, at vit smáu menniskju kunnu smæðast við at vera kend við Almátt Skaparan av himmal og jørð. Skamma seg við tann Frelsara, ið ikki skammaðist, við at bera okkara syndir uppá krossins træ.

Tað er eitt av teimum vápnum, sum tann Óndi brúkar, fyri at berast undan, at hava nakað sum helst við tann livandi Gud at gera. Lat teg ikki lumpa av tí lygnara og svíkjara.

"Komið, tí nú er alt til reiðar!"

Tað kemur fyri, at vit fáa eina skriftliga innbjóðing til eitt gildi, og tað stendur niðast á kortinum “Gev svar!”

Gud roknar eisini við, at fáa svar frá tær uppá sína innbjóðing til tín, og hann vil gjarna hoyra, at svari er heilhjartað: Ja, takk!

Harri, tann náði, sum tú bjóðar okkum fyri einki, vil eg eisini taka ímóti. Takk, takk, at eisini eg má vera við!