22. mar, 2018

Tíni fótaspor

Tann kendi prædikumaðurin Moody, sigur um ein mann, sum hvønn morgun legði leiðina framvið einum ølstovu, fyri at fáa sær ein lítlan, at stimbra seg við, við dagsins byrjan. Ein morgunin, tá hann var ávegis til ølstovuna, og tað lá eitt fínt lag av kava á vegnum, tá hoyrdi hann eitt barn, við gleðirødd rópa: “Pápi, eg gangi í tínum fótasporum!”  Og tá hann vendi sær á, tá sá hann sín lítla son koma gleivandi fyri at seta sínar smáu føtur í hansara stóru fótaspor.

Tað bleiv ein álvarsom tala til hendan pápan, so hann frá tí degi av vendi um – ikki bert frá ølstovuni, men til sín Gud.

Hvat siga tíni fótaspor um teg? Um so var, at onnur fylgdu teimum, hvat mál høvdu tey so haft? Hvat boðar títt lív um? Vitnar tað um, at tú ert í fylgi við Jesusi? Tað er tað, tú er ætlaður til!

Har ert tú blivin kallaður til, tí Kristus leið eisini fyri tykkum, og lat eftir seg eina fyrimynd, fyri at tit skulu ganga í Hansara fótasporum, tað vitnar Pætur ápostul eisini um.

Tað eru so mong, sum hyggja eftir tær, tí tú kallar teg ein kristnan. Teirra fótspor vildu blívi fastari, um tú gekst í tann rætta ræningin uttan at vingla.

Fyri tin Harra og Frelsara skuld, fyri tíni medmenniskjurnar skuld, fyri tína egnu skuld, so mást tú gera álvara av tínum kristindómi. Gakk tú tína leið við einum glaðum hjarta, so at onnur kunnu síggja teg, so at kristin kunnu hava góðar dagar.