23. mar, 2018

Jákups Gud

Tað má vera deiligt at eita Jákup, sjálvt um ættarfaðirin var ein svíkjari, sum rændi signingina frá bróðir sínum. Jú, tað eru so mong vøkur lovorð um Jákup í Bíbil okkara, ikki minst í Jesajas bók, og í sálma 46, so blíva vit vissa um, at Jákups Gud er okkara fasta borg.

Jákup, tann svíkjarin! Ja, men hóast alt, so var tað tann Almáttugi, ið kennir allar lutir, eisini hjartans døkku krókutu vegir, so er Hann tó hansara Gud.

Tað er ein fyrijáttan fyri teg og meg. Hóast alla okkara synd og óhumsku, so er Skaparin av himmal og jørð okkara kærleiksfulli Faðir. Tað er ikki einglum, hann tekur sær av, men syndarum.

Hann er Jákups Gud, sum kann gera ein Jákup til ein Ísrael.

Eisini fyri okkum er himmal stigin reistur. Og stigin er Jesu Kristi krossur. Hansara fullgjørda frelsuverk er nokk – eisini fyri teg og meg.

Tín trúgv kann skinkla, men kletturin, Jesus Kristus og Hann krossfestur, tað skal nokk halda. Tað eigur tú á ongum sinnið at ivast um.

Gud er okkara fasta borg! So vita vit, hvønn vit skulu fara til. Orð hansara standa fast. Lyftir Hansara kunnu ikki vikast. Balla teg við hesum lyftum. Eisini í dag!