24. mar, 2018

Ein undurfull ákallan

Tænið HARRANUM við gleði, komið fyri ásjón Hansara við gleðirópum! (Sl. 100, 2)

Tænið HARRANUM! Ikki av tvørskapi ella ringum huga. Ikki líkasæl ella flógv.

Tæna Harranum við gleði. Gleð teg yvir, at tú hevur fingið loyvi til tað. Ein kendur prædikumaður segði um seg sjálvan: “Eg eri bert Guds boðdrongur.”  Ja, Guds glaða og fúsa sendiboð skulu eg og tú verða, so vit við takksamum huga røkja tí uppgávu, sum Gud hevur lagt á okkum.

Vit skuldu helst víst teimum ungu, at kristindómurin er gleði. Hetta las eg aftast í eini sálmabók einaferð. Ja, tað skuldu vit gjørt bæði yvirfyri ungum og eldri. Harri hevur brúk fyri glaðum, ósjálvsøknum tænarum, ið gloyma seg sjálvan fyri at tæna øðrum.

Kom fram fyri Hansara ásjón við fagnaði!

Tað er nokk at frøast um.

Gud heldur ikki sína góðsku fyri seg sjálvan.

Guds náði er botnleys! So lat okkum í dag syngja Honum eitt fagnaðar lag ein lovsang og tæna Honum við einum eyðmjúkum og takksamum hjarta.

Jesus, Hann svíkur meg ei,

ljósi hann er mær á leið,

alt, ið mær tørvar, tað gevur mær hann,

Friðin hjá Jesusi fann.

MS. 782