26. mar, 2018

Eitt vegamót

Men eg verði altíð hjá Tær, Tú hevur tikið í høgru hond mína. Tú leiðir meg eftir ráði Tínum, og síðani tekur Tú meg upp í dýrd. (Sl. 73, 23 – 24)

Asaf misti móti, tá hann sá, at tað gekst teimum ógudiligu eins gott og honum. Sjálvur stríddist hann við angist og iva. Neyðin hjá Asaf var eins og eitt neyðarróp til Gud: ”Tað var tætt við, at føtur mínir snávaðu; tað vantaði lítið á, at stig míni óku.” v/2. Her kenna vit okkum sjálv aftur, tí mong av okkum hava rópt: “Hvat ert tú Gud? Hví gert tú einki við mína neyð?”

Tað kom eitt vegamót í lívinum hjá Asaf, tá hann gekk inn í Guds halgidóm. Har fekk hann Gud í talu! Gud lat Asaf síggja lív sítt í frá einum øðrum sjónarhorni. Hann fekk at síggja, at tey ógudiligu fóru til grundar.

Kristnilívið merkir ikki, at tú bert hevur góðar og ljósar dagar. So leingi vit liva í hesum heimi, so vil tað ónda verða ein partur av dagligdegnum. Og sum kristin, so standa vit eisini í einum stríði, sum tann ikki-kristn  stendur í. Stríði um at standast í trúnni og at vitna um Guds kærleika í Jesusi.

Í fíra einkultum setningum fáa vit Asafsa niðurstøðu at hoyra, tá hann møtti Gudi í halgidóminum.

“Men eg verði altíð hjá Tær”  Ein glað játtan við fullvissu um, at Gud í sínum kærleika vit taka sær av Asaf.

“Tú hevur tikið í høgru hond mína.”  Tað var ikki Asaf, sum mátti halda fast í Gudi. Tað var Gud, sum hevði eitt fast tak um Asaf.

“Tú leiðir meg eftir ráði Tínum.” So var Asaf tryggur. Betri fylgisneyta og ráðgeva kann eingin fáa.

“Og síðani tekur Tú meg upp í dýrd.” Tað var ein stórfingin endi, hann fekk játtan um, og sum ber  av øllum Himmalin. Tað var Guds ætlan við Asaf, og tann sama, sum hansara ætlan er við okkum. At Gud sjálvur skal leiða okkum til málið!

Tað er av stórum týdningi, at minnast Guds orð um, at tey ógudiligu fara til grundar, sjálvt um teirra vegur er bæði beinur og eiggiligur. Men hjá Gudi er tú tryggur í hesum heimið, og tú kanst hava álit á, at hann vil leiða teg trygt út av honum – og inn í sítt fullkomna ríkið.

Í dag kallar Harrin teg inn í halgidómin. Kanska hevur tú eisini brúk fyri einum vegamóti?