28. mar, 2018

Gud heldur fast

         Men eg verði altíð hjá Tær, Tú hevur tikið í høgru hond mína. (Sl. 73, 23)

          Sálmaskaldið hyggur afturá eitt tíðarskeið í lívi sínum, sum hann helst vildi veri fyri uttan.

          Fyri hann var lívsháttur og hugburður, sum ikki hevði sítt festi í Guds vilja, og sum var blivið áhugavert og dragandi, og í einum tíðarskeiði var meining hansara, at hann eins væl kundi liva lívið uttan samband við Gud.

          Men mitt í tí heila upplivir hann nakað undurfult, at Gud greip inn í lív hansara. Ella rættari sagt, nú aftaná sá hann, at Gud alla tíðina hevði veri hjá honum. Sjálvt tá ivin var lemjandi, og myrkri var svartast, var Gud við hansara lið.

          Gud hevur tikið í høgru hond mína. Tað ferðina eg var við at falla og glíða burtur frá tær Gud, so var tað tú, sum greip inn í lív mítt, og tók um mína høgru hond fyri at bjarga mær frá fráfalli og glatan.

          Sálmaskaldið bleiv vísur í, at tá hann hóast alt fekk loyvi til at vera eitt Gudsbarn og blíva hjá Harranum, so var tað bert Gud, sum var atvold til tað. Hann greip inn og kallaði á meg og flutti míni eygu frá tí, sum freistaði meg, og yvir á Hann sjálvan. Eg fekk loyvi til síggja, hvat veruliga hevur nakran týdning her í lívinum. Hann er slett ikki í iva um, at Gud er ófatuliga góður móti honum.

          Á sama hátt vil tað gangast tær og mær, tá vit lurta eftir Harrans kalli og lata Hann grípa inn í lív okkara. Mátti Hann so fingið loyvi til - og máttu vit givist við okkara mótstøðu. Tá skulu vit ásanna Hansara góðsku móti okkum.