31. mar, 2018

Trúgv eina

Eg havi gjørt Teg dýrmætan á jørðini við at fullføra verkið, sum Tú hevur givið Mær at gera. (Jóhs 17, 4)

Eftir at menniskjan var fallin í synd, so hevði heimurin brúk fyri einum frelsara. Gud valdi sín egna son til hesa uppgávu og sendi Hann til okkara.

Fyri at føra tí falnu ætt aftur til Gud, so mátti Jesus blíva millumgongumaður og  sáttargerðarmaður. Og tað bleiv Hann fult út! Jesus spardi einki í hesi uppgávu. Hann setti alt inn, Hann gav seg sjálvan heilt.

Frá krossinum á Golgata hoyra vit Jesus siga: “Tað er fullgjørt”. Hansara deyði í okkara stað, og bót fyri allar syndir heimsins vóru gjørdar til fulnar. Tí kundi Hann siga við sín Himmalska Faðir: “Eg havi fullføra verkið, sum Tú hevur givið Mær at gera.”

Og Gud góðtók tann gerning, sum Jesus hevði gjørt. Tað bleiv vátta, tá Gud reisti Hann uppaftur frá teimum deyðu. Á krossinum bleiv Jesus settur inn í staðin fyri okkara misgerðir og skuld, og páskamorgun bleiv Hann vaktur aftur fyri okkara rættvísgering.

Frelsu gerningurin, sum Jesus gjørdi, var fullkomin. Tað er ikki møguligt at leggja nakað afturat, og tað er heldur ikki møguligt. Tað, sum Jesus gjørdi, er nokk fyri ein syndara, sum verður dømdur av síni synd.

Men tað stendur eftir, at vit mugu taka eina støði fyri verk Kristusar. Antin mugu vit góðtaka tað og taka ímóti tí – ella eisini vraka tað. Tað, sum vrakar Jesusar fullgjørda verk, hann gerð synd, sum er yvir alla syndir og glatast. Tað er av stórum týdningi, at øll menniskju eru greið um hetta. Ikki minst í eini tíð, har mong eru sterkt upptikin av øðrum átrúnaði, og meina, at tað kann verða eins gott og kristindómurin. Ansa eftir tí! At sóknast eftir tí æviga lívinum uttanum Jesus Kristus førir til meiningsloysi, sjálvssvik og til endans glatan.

Tann, ið ikki trýr á Jesus, hann vanvirðir hansara fullgjørda verk. Men tann, sum trýr á Hann, vil uppliva, at Jesus kærleiki vil  føra hann til málið.