14. apr, 2018

Sannleiks løtan

Men táið høvuðsmaðurin og teir, ið við honum hildu vakt yvir Jesusi, sóu jarðskjálvtan og tað, sum hendi, vórðu teir ógvuliga ræddir og søgdu: "Sanniliga, hesin var Sonur Guds!" (Matt. 27, 54)

Tað má hava veri ein ræðulig løta fyri mótstøðu fólki hjá Jesusi, tá tey máttu sanna, at tey høvdu tikið feil av Jesusi. Hugsa tær til tann dagin, tá “hvørt knæ skal boyggja seg...og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd.” (Fil. 2, 10 – 11)

Tað blívur ein stórur skelkur tann dagin fyri mong – nógv myrkari enn langafríggjadagur, sum var í Jerúsalem.

Tað vóru ógvusligir tilburðir í viðurfórst tann dagin í Jerúsalem. Jesus hekk á einum krossi millum tveir brotsmenn. Ein rómverskur yvirmaður hevði yvirlit yvir øllum. Á ein hátt var hann uttanfyri. Hann var uttanveltaður – tað var ikki hansara søk. Hann helt bara vakt. Kanska grunaði hann hóast alt, at tað var nakað serligt, sum hendi. Kanska hevði hann sæð ella hoyrt áður um Jesus. Kanska var hann við í Getsemane hava. Tað kundi títt uppá tað, tá hann ber seg so at, tá Jesus gevur upp anda.

Klokkan var farin um middag í árinum 33. Sólin stóð hægst á himli. Merkjast kundi at summarhitin var ávegis. Tá “sløkti Gud ljósi”! Myrkri vardi í tríggjar tímar. Tað stóra forhang inn til tað Allar Heiagsta í tempultindinum skrædnaði í tveir partar. Jørðin skakaðist. Á gravar plássunum stóðu mong av teimum heilagu upp úr grøvunum. So kom sannleiks løtan fyri yvirmannin: "Sanniliga, hesin var Sonur Guds!"

Gud sløkti sólina, fyri á tann hátt, at vísa á, at Jesus var farin inn undir Guds vreiði og dóm fyri okkara synd. Hann skræddi forhangi í templinum í tveir partar fyri at vísa á, at tað, sum Jesus hevur bøtt fyri opnar vegurin inn í Guds halgidóm. Hann opnaði gravirnar fyri at vísa á Jesusar sigur yvir deyðans valdi. Jesus hevur opna vegin fyri okkum til Gud.

Ein dag skulu nýggj tekin vísa seg á himmalinum. Jørðin skal skakast. Gravirnar skulu opnast. Jesus skal koma aftur. Mong skulu tann dag í angist og pínu sig eins og tann rómverski yvirmaðurin segði: "Sanniliga, hesin var Sonur Guds!" Men tá er tað ov seint.

Kanska avnoktar tú Jesus í dag? Men ein dag skalt tú siga eins og yvirmaðurin: "Sanniliga, hesin var Sonur Guds!" Í dag kanst tú siga: “Hann er sonur Guds – og taka ímóti honum sum tín frelsara og vin.